- Project Runeberg -  Lesibók /
434

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

89. Alt er stórt í manns eygum.

90. Ymiss er mannsins eydna.

91. Mangur er eymur, ið ikki er armur.

92. Eymur er maður, ið agn sparir.

93. Eymur sparir tað, armur etur.

94. Ikki er tað eftir, sum av er.

95. Eingin veit, hvór efst hann krevur.

96. So argast hvór, sum hann eldist.

97. Eldri maðurin er, argari; ríkari, kargari.

98. Mong eru ellis vomm.

99. Eftirráðini eru so mong.

100. Betri er at vera fyrivarin enn eftirsnarur.

101. Hann, ið ikki etur seg mettan, sleikir seg ikki mettan.

102. Ofta býr fals (ella: flagd) undir fríðum skinni.

103. Fátt kann feigum forða.

104. Ikki kemur ófeigur í hel.

105. Hann fellur, ið feigur er.

106. Feigdin dregur mannin.

107. Eingin veit, hvar feigur flakkar.

108. Gott er í sínum fátæka landi at búgva.

109. Sjaldan kemur fiuga í feiga manna fat.

110. Fátæk kona gevur høsnaeggið út, og vil hava gásar-

eggið aftur.

111. Hann eigir reiðina, ið fyri ríður.

112. Hann missir ikki, ið fyrst fær.

113. Skitnar hendur geva feitan kjaft.

114. Fjendin er hálur um at halda.

115. Fleiri hundar, tynri soðið.

116. Fleiri eru stumputir hundar enn prestsins.

117.Sjaldan verður forvitin fegin.

118. Tað verður ikki alt fleytir, tyril kemur í.

119. Betra er at vera góðs manns frilla enn gift illa.

120. Honum eigir maður at fylgja av garði, sum hann vil
aftur skal koma.

121. Fyrr er fult enn yvir flýtur.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0454.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free