- Project Runeberg -  Lesibók /
435

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

122. Ofta skríður knörrur móti forboð, ella: stígur knörrur í
forboð.

123. Fátt var á foldini, ið frúnni var líkt; væl var, tó ikki
var slíkt (frúnni 0: Mariu moy).

124. Frótt er hövur av fullum maga.

125. Maður eigir at vera føddur, og ikki gøddur.

126. Hvór fuglur syngur við sfnum nevi.

127. Fáur harmar fúta deyða.

128. Fleiri drekka blóð enn Burnamaður.

129. Gáva er, ið til gagns kemur.

130. Góður er gamalur í ráðum.

131. Allir vilja gamlir verða, fáur vil gamalur heita.

132. Tungt er gamla manna fall.

133. Seigar eru gamlar sinur.

134. Eingin er ungur og gamalur ísenn.

135. Gamlar vinir og gamlar götur skal eingin gloyma.

136. Ikki er gott gamlan ravn at veiða.

137. Ilt er at læra gamlan hund uppi at sita.

138. Eingin er ovgamal gott at læra.

139. Ofta gránar gaman.

140. Grør um gangandi fót, svöltur sitandi kráka, ella: heima
situr hin svanga kráka.

141. Stikk tú í barmin tað, tú vilt hava goymt,
sig ei grannkonu tíni tað, tú vilt hava loynt.

142. Mong er geitin aðrari lík.

143. Tað grør ikki gras undir gangandi fóti.

144. Givið er best at geva, og stolið verst at eiga.

145. Geispi fer millum manna.

146. Sjaldan kemur geispi av góðum huga ella histi av
glöð-um hjarta.

147. Ikki er gott at giftast, tá ið eingin biðjur.

148. Víða fer mannsins gitið (er mannsins gitið), helst har
hann kemur ikki.

149. Glöggt er gestsins eyga.

150. Hann, ið ilt gitur, hann ilt ger.

151. Betri er svart salt frá ringum gjaldara enn einki.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0455.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free