- Project Runeberg -  Lesibók /
436

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

152. Um hann fær stein og allan heim, mangur er tó ei glaður.

153. Gott er góðum at tæna.

154. Leingi skal góðum kannast.

155. Gott er at hava gott í vón.

156. Guð náði honum, ið ongan góðan hevir.

157. Sjaldan hevir góður kvistur sprottið av illum runni.

158. Hann, sum einki gott vil gera, fær sær altíð eitthvört
at gera.

159. Eitthvört skulu tómar hendur gera.

160. Ofta taka tróll góða manna bórn.

161. Nú er gjört, sum gjórt er, segði Gyðja, hon skeit í
dansin.

162. Betri er gloymt enn goymt.

163. Góð eru gomul ráð.

164. Dult er gitanda manni orð.

165. Ikki skal goyma sum kráka; tí hon finnur ikki aftur.

166. Tá ið bitin er gloyptur, er hann gloymdur.

167. Góðvarin maður kemur seinast í himmiríki.

168. Gullið ger lítið uttan glitrar, matin vil eingin missa.

169. Fáur vísir gull móti gróti.

170. Ikki grør um tann stein, ið ofta verður rivin.

171. Mangur lær, tá ið hann átti at gráta.

172. Ikki er alt gull, ið glitrar.

173. Tveir harðir steinar mala ikki væl.

174. Hart móti horðum, segði kellingin, hon setti reyvina
móti norðanvindinum.

175. Ikki kann takast meir enn harrin hevir givið.

176. Skjótt er harranum um.

177. Högt er harraboð, men hægri er guðs boð.

178. Harragunst og træspónalogi — tað er líkt.

179. Mangur er harður í heimferð.

180. Heima alin er burtur galin.

181. Gott er um heilan fingur at binda.

182. Hundur veit húsbóndans vilja.

183. Best er heim at aka, meðan vagnurin er heilur.

184. Hvat skal heiðin hundur á kirkju fund?

185. Eingin kennir hundin av hárunum.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0456.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free