- Project Runeberg -  Lesibók /
437

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

186. Ofta etur hundur tað hann havnar.

187. Hvat skal hveiti í hunds búk?

188. Ofta lýtst happ av hundi.

189. Hestur fellur á fyra beinum.

190. Betra er at elska dyggan hund enn illan mann (træl).

191. Skitnar hendur geva feitan kjaft.

192. Burtur er bæði rátt og soðið. heima er sjálvboðið.

193. Hvönndagsskrúðir eru ikki hátíðsprúðar.

194. Hond er, ið hevir.

195. Sær er hond hollast.

196. Tað hava ikki allir eydnu til hóva at ríða.

197. Fram kemur hann, ið hóvliga fer.

198. Eftir hól kemur skról.

199. Hann, ið ikki hevir tey hógu seglini, -má sigla við
teim lágu.

200. Frá hóvdinum skaltú hvalin skera.

201. Ilt er ilt skap at eggja.

202. Ilt eyga skal einki gott sjá.

203. Ilt nýtst av illum.

204. Ofta nýtst ilt av spælni.

205. Hann er ikki óður, ið ilt ræðist.

206. Betri er ill hurð fyri smáttuna etin eingin.

207. Altíð bagir illum barni eitthvórt.

208. Eingin veit, nær hin illa stundin er frammi.

209. Ofta verður ilt saknað.

210. Hit illa verður ikki niðurlagt.

211. Tað, ið illa er yrkt, verður illa kvóðið.

212. Antin er illa tænað ella illa lønað, tá ið eingin fylgir
manni av garði.

213. Tá ið tvey ynnast, tey væl finnast.

214. Ikki stingst hóvur í jórð, fyrr enn guð vil.

215. Ikki skaltú Ásmund prúða javnt við Gottin leggja.

216. Ja og nei ger langa trætu.

217. Eingin skal kanna sær bitan, fyrr enn hann er svólgdur.

218. Kalt er hundstrýni og konurassur.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0457.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free