- Project Runeberg -  Lesibók /
438

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

219. Kettan mjarrar ikki, fyrr enn stigið verður á halan
á henni.

220. Kallur er tí kolluttur, at hann er ofta hárroyttur.

221. Harrin gav tí kolluttari kúgv eingi horn, at hon skyldi
ikki stanga.

222. Eingin kvöður betur enn hann kann.

223. Tað er komið, sum komið er.

224. Tað er manni í kjöti borið, og ikki í klæðum skorið.

225. Kúrur kemur eftir kæti, og tramin eftir marglæti.

226. Lat so láta, segði káta.

227. Ilt er kynið í kettu, og so er alt slagið út eftir.

228. Ikki kemur í kór tað ið sjálvt vil fara í flór.

229. Fingin er fest kona.

230. Kvinnu ráð eru ólukku ráð.

231. Köld eru kvinnu ráð.

232. Smá eru kvinnu örindi.

233. Fyrr trýtur streymur í á enn kvinnu tróta ráð.

234. Kráka tykist best um unga sín.

235. Krákan rópar sítt egið navn.

236. Kvöldskorin naglur verður ofta ófeigum manni at bana.

237. Hvör krevur sín kunnugasta.

238. Ring er kvörnin, ið einki vexur á.

239. Skjótt bløðir kellingarnev, ella: lítið krevur til, at
kellingar-nevið bløðir.

240. Eg kvöði, sum kvöðið er fyri mær.

241. Ikki tekst kúgv av kúleysum manni.

242. Kúgvin mjólkar av tonnunum.

243. Ofta kemur upp undati kavi, tá ið minst varir.

244. Krákan er ikki tí leið, at hon ofta sigir satt.

245. Heitari kríggið, kaldari friðurin.

246. Lán skal koma læandi aftur.

247. Eingin fer undan lagnuni.

248. Ilt er at skilja latan drong úr heitari song.

249. Latur er hann, ið logn lastar.

250. Eg síggi steinin so langt sum annar blakar hann.

251. Allir ganga á garðin, har hann tykist lægstur at vera.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0458.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free