- Project Runeberg -  Lesibók /
439

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

252. Ilt er at læna naknum manni klæði og óðum svórð.

253. Tað sum kemur í langdrag, seint kemur tað í gott lag.

254. Annaðhvört er lands sið at fylgja ella úr landi flýggja.

255. Latur harri hevir latar sveinar.

256. Honum leingist, á bátinum liggur.

257. Eingin verður lastaður til fullar, fyrr enn hann giftist,
og lovaður, fyrr enn hann er deyður.

258. Leti ger einki uttan last.

259. Fáur leikar so í sjey ár sum í sjey dagar.

260. Lítið er gott við frið og náðum.

261. Mangur fær lov fyri lítið og last fyri einki.

262. Tað er ikki svíni líkt, ið sínum er líkt.

263. Lítið kemur av lítlari vón.

264. Ofta verður stórur eldur av lítlum neista.

265. Leingi kann lítið goymast.

266. Betri er lítið leivt, enn ovmikið etið.

267. Legg lítið við lítið, tað verður stór rúgva umsíðir.

268. Lítið fall verður ofta at stórum skaða.

269. Lítil byrði er longvegis tung.

270. Mangur er bæði lítil og knáur.

271. Lítil maður hevir ofta stórt hjarta.

272. Lygnaranum krevur at hava gott minni.

273. Livist, so spyrst.

274. Teir mega lond byggja, ið liva vilja (ella: teir liva, ið
lond byggja).

275. Best er at geva uppat, meðan leikurin er harðastur.

276. Ofta er ljótur dreymur fyri lítlum.

277. Tað er ringt, ið ikki lívir meira enn ísland lívir Før-

oyjum.

278. Lívinum er at bjarga — tað er eittans.

279. Ljótastu ormarnir eru tvistastir í vatninum.

280. Lær teg ikki at ljúgva, tað stendur tær ikki væl, lær
teg heldur at stjala, tað færtú nakað av.

281. Skjótur er hann at lokka, sum sjálvur eftir vil hoppa.

282. Lórið fylgir fóðri.

283. Mangur lovar runt, men heldur tunt

284. Hann má lúta, ið minni már.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0459.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free