- Project Runeberg -  Lesibók /
440

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

285. Lágt má hann lúta, ið høsnareyvina skal kyssa.

286. Hann, sum einki kann at loyna, eigir einki at vita.

287. Eingin toyggir seg longur enn armarnir rökka.

288. Tað er lítil løn, sum ikki er verd eina bøn.

289. Lundi verpur eitt.

290. Fáur lýgur meira enn helvtina.

291. Mangur er málvinur, ikki er allvinur.

292. Eingin sær mannin longur enn til tannana.

293. Tað er mangur leikur í longum talvi.

294. Hann sum hevir mangt í sinni, honum fellur mangt úr
minni.

295. Leingi stendur mannsevni til bata.

296. Tað er ikki altíð matbruður stendur opin.

297. Eingin hevir so mangan óvin, at hann hevir ikki
ein-hvónn málvin.

298. Alt mannaróp gongur ikki líka hátt.

299. Sýn mær mannin, og ikki matkeraldið.

300. Alt bøtist aftur uttan mannskaði.

301. Tað er mætari fuglur veiddur enn kráka.

302. Menniskjan ætlar, men harrin ræður.

303. Tá ið músin er mett, er mjólið beiskt.

304. Hann, sum ikki sýpur seg mettan, sleikir seg ikki
mettan.

305. Gott er mettum at bjóða.

306. Hin metti veit ei, hvat svangur líður.

307. Mangt verður menniskjuni til meina.

308. Fáir halda seg minni menn enn teir eru.

309. Tað minkar, ið ofta av verður tikið.

310. Mikið má um mikla menn.

311.Eingin minnist, so farið er.

312. Ilt er móti mórgum at bróta.

313. Fjálgur er móðurandin.

314. Tunn eru móður oyru.

315. Fátt er sum faðir, einki sum móðir.

316. Gott er at liggja undir móður bøgi.

317. Bundin er barnamóðir.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0460.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free