- Project Runeberg -  Lesibók /
441

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

318. Hann, sum mongum vil bjóða, mikið má hann sjóða.

319. Eingin veit á morni at siga, hvar hann á kvöldi gistir.

320. Allir vilja njóta móður sína, men eingin orkar at gera
hana til gravar.

321. Hann, ið morgunin burt svevur, hann mangt gott burt
dvølir.

322. Tá ið armur kroppnast, tá muður opnast.

323. Sjaldan batnar moy, ið heiman fer.

324. Meðalmátað pylsa er best.

325. Ofta mælir muður, og fylgir ikki eftir hugur.

326. Muður er matvísur.

327. Mítt og títt er óbýtt.

328. Mangur fer upp á tjólegg og dettur niður á langlegg.

329. Mangt fer um tann fátæka.

330. Góðar eru fátækra náðir.

331. Ilt er at læna naknum manni klæði og óðum manni svörð.

332. Skeggið situr so nær hökuni og öxlin so nær hövdinum.

333. Nærri er stúkan enn troyggjan.

334. Næstir grannar eru ofta verstir.

335. Nakað vinnist av beini, men einki av steini.

336. Náttin er manns óvinur.

337. Mangur lovar í neyð, tað hann heldur ei til sín deyð’.

338. Neyð er ikki nógv breyð.

339. Mangt er í neyðini nýtt, sum ikki er í armóðini gitið.

340. Hann, sum hjálpir í neyð, hjálpir tvær ferðir.

341.Neyðin drívur vargin av skóginum.

342. Best er at njóta, meðan lötan er.

343. Neyð ger nasadjarvan.

344. Nógv vil meira hava.

345. Eingin ger at forða tí, ið nornur leggja á.

346. Nýggir kveistrar sópa best.

347. Heilt er nýtt sár.

348. Ikki eigir at smíða nögluna fyrr enn bátin.

349. Niðarlaga skal óboðin sita.

350. Ofta hoyrist sannleikurin av teim óða.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0461.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free