- Project Runeberg -  Lesibók /
444

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

413. Mangur sigir frá Ólavi kongi, og hevir ikki sæð hann.

414. Tað hjálpa eingi fögur orð við slættuböku.

415. Smáir fuglar verpa smá egg.

416. Betri eru smáir fiskar enn tómir diskar.

417. Meira er um skjól enn um skart.

418. Mangt má smæin lissa.

419. Sjálvboðin tænasta er ofta afturrikin.

420. Líður, meðan skríður.

421.Leingi man skriði halda.

422. Tað ið skjótt gerst, tað skjótt forferst.

423. »So, so« er sjaldan væl.

424. Vont er at sova hjá sprundi.

425. Sárt bítur soltin lús.

426. Tá ið sonurin giftist, missir móðirin hann, men tá ið
dóttirin giftist, fær móðirin ein son.

427. Eingin er fullspottaður, fyrr enn hann spottar seg sjálvur.

428. Spottarin kemur í spottarans hús og brennir so
spott-aran inni.

429. Stelkur titar títt um tún.

430. Tekur hvör ið sterkastur er.

431. Stevning fellir ongan mann.

432. Ikki er gott at stjala, hvar tjóvur er húsbóndi.

433. Hvör ið vil stjala, væl má duga burtur at fjala.

434. Tá ið mold stjelur mold, lær fjandin.

435. Stórt kall hevir stórt fall.

436. Tað er stokkuttur varmi av tí, gentan mígur í sokkarnar.

437. Eingin verður hongdur, tíat hann stjelur, uttan tíat hann
dugir ikki at stjala.

438. Tvær ferðir fegin verður hann, á steini hvílist.

439. Sterkir skulu armar fyri kong at halda.

440. Strangir harrar skulu stokkut valda.

441. Stórir fiskar eta smáar.

442. Ilt er svart skinn hvítt at tváa.

443. Ikki er alt eftir stødd.

444. Ofta eigir svört ær hvítt lamb.

445. Svart er har sum súlan situr.

446. Svartur verður hann, við bik fæst.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0464.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free