- Project Runeberg -  Lesibók /
445

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

447. Svört jól gera hvítar páskir, ella: jólasummar verður
páskavetur.

448. Eingin ger at mála fjandan svartari enn hann er.

449. Eingin veit av søtum at siga, fyrr enn á beiskum bítur.

450. Mikil er hvön dags sókn.

451. Alt sodnar í sveins maga.

452.1 skarni skal sveinsbarn alast.

453. Hann vinnur, ið treiskur er.

454. Takkaleys gerning er tung.

455. Eingin fer so við trænum, at tað flýtur ikki.

456. Ikki tekst hár av teim skalluta.

457. Tíkin er ramast í tonnunum.

458. Eingin er verri tjóvur enn hann, ið stjelur frá sær sjálvum.

459. Tíat kjötið er gott, er mangur tjóvur.

460. Alt kemur aftur uttan tað, ið fer í tjóvshond.

461. Tjóvur hugsar um at fjala, áðrenn hann fer at stjala.

462. Tungur er tigandi róður.

463. Tiga skal millum tveggja vina.

464. Skarvur er tí tunguleysur, at hann kundi ikki at tiga.

465. Ilt er at vera tykkin og fátækur.

466. Tíðliga skal krøkja tað ið góður krókur skal verða.

467. Tín æra áleikar: skommina hevir hann, ið sker, og ikkr
hann, ið ber.

468. Gott er at hava tógva sveina, tá ið annar er úti, er
annar heima.

469. Tolin trívst.

470. Tráður lívir trevli.

471. Træ tognar, sögdu Svínoyingar.

472. Trúgvur og ótrúgvur farast.

473. Trúgv ikki fjandanum, tá hann drekkur vatn.

474. Sjaldan er trællur í treytum góður.

475. Ikki batar at trossa góða móður (góðan mógv) út, har
hon (hann) er ikki inni.

476. Far um trúgvan og ótrúgvan.

477. Tunnt er tað blóðið, ið ikki er tjúkkari enn vatn.

478. Tröllabörn gráta eftir hvonnum á jólum.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0465.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free