- Project Runeberg -  Lesibók /
446

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

479. Turvin býður mangt.

480. Tvær eru hendur við axlar fastar.

481. Hundar tveir um eitt bein semjast sjaldan væl.

482. Eingin kann tveimum harrum at tæna.

483. Steinur brestur fyri manna tungu.

484. Tögn kemur ikki á ting.

485. Lítið er ungmanns gaman.

486. Hvat ungur nemur, gamalur fremur.

487. Ofta hava ungum hvölpi vaxið hvassar tenn í munni.

488. Ungur doyr skjótt, gamalur livir leingi.

489. Einki býðst betri enn ungur at doyggja.

490. Meðan eg var ungur sum tú, mundi eg óræddur renna,
nú tekur elli at boyggja meg, tað má eg bekenna.

491.Ungdómur og vísdómur fylgjast ikki.

492. Alt er betri enn ull at tæga.

493. Eyðkendur er úlvur í roði(?).

494. Alt er tøkt í útiferð.

495. Ut kemur innispunnið tógv.

496. Tað svíður at hjartanum, ið undir hjartanum hevir ligið.

497. Hann, ið úti er stongdur, er inni gloymdur.

498. Tað er vandi í hvórjari vælferð.

499. Betri er vátt enn brent.

500. Mangur hevir valið, og tekur skalið.

501. Vatn kemur aftur, hvar vatn hevir verið.

502. Vágin vinnur og vágin missir.

503. Reiddur er vargur til víggjar.

504. Væl er fiskað, tó ikki er laðið.

505. Væntandi manni tykist longst at bíða ella: liva.

506. Ofta kemur á vomb, og ikki varir.

507.Teir mega gjalda, sum ikki valda.

508. Livandi maður er góður at vænta.

509. Tað er eisini eitil í válgara.

510. Versti brandur liggur longst á eldi

511. Tá vesælamaður fær vald, kann hann sær ikki afturhald-

512. Gott er at verja borg, tá ið eingin søkir.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0466.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free