- Project Runeberg -  Lesibók /
447

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

513. Tað ið eygað ikki sær og oyrað ikki hoyrir, verkir ikki
hjartað.

514. Vetrarnáttin hevir so mong sinnini.

515. Hvör ger sær verri, enn menniskjan ger sær sjálvari?

516. Hvör fer víðari enn menniskjan og peningurin?

517. Vænur vartú, illa fórtú.

518. Vindur kemur eftir vatngarð.

519. Vinir og vinir valdast.

520. Bestir eru vinir, ið sjaldan finnast.

521. Eingin kann fylgja vininum longur enn á gravarbakkan.

522. Vinur er sá, ið vomm sær.

523. Tað verkar forakt at finna ofta vinir sínar.

524. Sit vininum nær, men sit ikki av hans lær.

525. Tá ið maður ger, sum hann vil, ger hann, sum hann
er til.

526. Dælt er manni vitandi orð.

527. Eingin eigir at leggja vitsku sína í óvitsku annans.

528. Viligum hesti skal maður makliga ríða.

529. Orðið talað, vinurin skemdur.

530. Tá ið mín tunna rann, kendi meg mangur mann,

men tá ið tunnan tók at halla, tá tóku vinirnir at falla.

531. Tað er vomm í hvörjum góðgripi.

532. Hann, ið árla rísur, verður um mangt vísur.

533. Hvör skal sína cevi útinna.

534. Sjaldan bregður maður úr ætt.

535. Tað er vanlukkudýr í hvörjari ætt.

536. Mongum brestur ætlan.

537. Mangur fær, hvat öðrum er ætlað, eingin fær, hvat öðrum
er lagað.

538. Tá ið ölið fer inn, fer vitið út.

539. 01 er annar maður.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0467.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free