- Project Runeberg -  Lesibók /
448

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Gátur.

Eg veit ein fugl fjaðraleysan, hann settist á ein garð
hagaleysan; kom ein jomfrú gangandi, tók hon hann
hond-leys, steikti hann eldleys og át hann munnleys. (Sólin, sum
bræðir kavan á fonnini.)

Liggur í mýri og ikki rotnar, fer fyri bjorg og ikki
brotnar. (Sólin.)

Reytt fer undir Ritufelli, hvítt kemur aftur. (Sólin, ið
bjargar, og mánin, ið kemur aftur.)

Liggur í brekku, bítur bein, leggur mergin eftir. (Sólin,
ið bræðir kavan og glerið, men vatnið liggur eftir.)

Streingir standa á hógum fjalli, stunda út á hav; krónan
er av reyðargulli, git mær, hvat tað var. (Sólin og
sólar-ljómurnar.)

Eg veit eitt træ hægst á fjalli við trettan greinum, fýra
reiður á hvörjari grein, sex fuglar í hvórjum reiðri, hin sjeyndi
ber gyltar fjaðrar. (Árið við mánum, vikum og dógum.)

Feitt um veturin, soltið um summarið. (Veikur í koluni.)

Tað soltnasta á landi drekkur tað feitasta á sjónum.
(Rakið í koluni sýgur í seg lýsið.)

Innan loðið, uttan snoðið, blankt í enda. (Kertuljós.)

Eg veit eitt hús fult av hvítgásum, ein skopar reyð.
(Muðurin, tenninar og tungan.)

Fjolin liggur í vatni og fúnar ikki. (Tungan.)

Eg veit eina, og væl hon býr, dagar og nætur hon sær
snýr, snýr hon sær í sínum bondum, stjelur út av oðrum
londum, hon er sær so lítil og sæl, hon er betri enn gull
og fæ. (Tungan.)

Størri enn lús, minni enn mús, dýrari enn alt kongins
hús. (Eygnasteinurin.)

Hvat er hægsti summarvóxtur ? (Vilini í lambinum.)

Eitt hús fult innan av mati, og ongar dyr á. (Egg.)

Bolli fór av skarði, allar gjarðir sprungu av, hann var
hvórki fyri eystan ella fyri vestan, ið Bolla afturbøta kundi.

(Egg.)

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0468.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free