- Project Runeberg -  Lesibók /
449

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Fer eftir grunni við gapandi munni, veitir öllum mat
uttan sær sjálvum. (Ongul.)

Hoppar og skroppar, ber mannabein í maga. (Bátur,
skip.)

Fg møtti hundi millum fjarða, var ennisbrattur,
trýn-svartur, rivjalangur, búksvangur. (Bátur.)

Eg veit eina gráa gás, hvít fjöður í hennar hálsi, löt er
hon í logni, fødd við ongum korni. (Seglskip.)

Loypur skjótari eftir rygginum enn hundur kann renna.
(Bátur, skip.)

Klórar og bítist um dagin sum tróll, hálsfevnist um
nátt-ina. (Karðar.)

Fult av kjóti og blóði um dagin, gapar sum troll um
náttina. (Skógvar.)

Fult, tá ið hvólvir, tómt, tá ið stendur. (Hattur.)

Hóggur allan dagin, og sæst ikki spónur eftir. (Eygna-

lok.)

Rennur allan dagin, og ikki sæst spor eftir. (Snælda.)

Aftan sum tappur, framman sum knappur, mitt um miðju
sum mjolsekkur. (Snælda við tógvi.)

Maður niður í bergið seig, snarliga tað eftir honum leið,
snaraði hann sær runt sum kvörn, hvórki hevði hann lær
ella mjödn, hvórki hevði hann lær ella drunn, krøkti hann tað
í sín munn. (Snælda við rennili, nokka og tógvi.)

Fer ígjógnum veggjarhol og dregur garnarnar eftir sær.

(Nál og tráður.)

Eg veit eitt djór, tað fer millum haga, tað ber sína
klyv uttan maga, skjótt tað er, títt tað fer, git nú so, ið
hvat tað er. (Snældan við tógvinum á hjólrokkinum.)

Krókuti faðir, kúputa móðir, trý bórn á báli brenna.
(Hóddan, potturin og føturnir.)

Skjýtur frá sær allan dagin, og breiðir á seg um náttina.

(Eldur, logandi um dagin, hirdur um náttina.)

Reytt leikar undir rassinum svarta. (Pottur yvir eldi.)

Inn fer hann treyður, út kemur reyður, klinkar í
skalla-beinið, ikki er hann deyður. (Jarnnagli, ið verður smíðaður.)

Krøkt liggur á konulæri. (Lykil.)

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0469.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free