- Project Runeberg -  Lesibók /
451

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Fýra hanga, fýra ganga, tvey vísa vegin, eitt dartar
aftast. (Kúgv.)

Eg veit eina dunnu, verpur í hellis munna; fáur, ið hana
gitur, uttan hennar er vitur. (Dunna, ið varp fremst í
ein-um sodnkeri.)

Stendur á steini við einum beini, ger seg heitan við tí
feita. (Ovnur).

Gapar upp og aftur, ofta heitt, men aldri sveitt. (Klovin.)

Upp fyri bakka, niður fyri bakka, tríggjar tenn í nakka.
(Kvísl.)

Hin deyði ber tann livanda av skóginum. (Kamburin í
hárinum.)

Tvey fyl físa í ein bakka. (Bjólgur í smiðju.)

Eg sá eina hartu, sum dartar, vítt um vegir renna, hart
um heysin spenna. (Ketta eftir mús.)

Liggur í á, fettir tá, meir enn hundrað hol eru á. (Sokkur.)

Oman við á, niðan við á, leikar rætt sum folin grá.

(Líggi.)

Sjey systrar í eini song; eingin ovast, eingin fremst.
(Sjeystjornurnar.)

Liggur á syllaroyra, glatt fyri gesti, skemtar at mær, git
hvat ið var. (Kveistur ella fótamørur.)

Stendur og ikki gongur, hevir lív og ongan anda. (Urt.)

Fær staðið í músareiðri, men ikki ligið á oxabási.
(Fjall-stavur, stangarskaft, o. a. 1.)

Ólavur átti sjey svín, Drepur eitt, so eru átta. (Drepur
var navnið á einum manni.)

Faðir skar soni sínum Fornar vóttir úr nýggjum
vad-mali. (Sonurin hæt Fornar.)

Gult fer undir rútarfelli, hvítt kemur aftur. (Korn á
kvorn.)

Etur við eyganum, spýr við liðini. (Kvörn).

Stuttur stakkur dansar, kvarnkallur kvað, eftir kom hin
langa slóð; git mær tað. (Mylnuspælið, kvörnin og áin.)

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0471.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free