- Project Runeberg -  Lesibók /
454

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

skrivast, líkasum stavirnir þ og t blandast saman. Av
bröv-unum her í bókini frá 1412 og 1479 sæst, hvussu í 15.
ár-hundraði donsk orð treingja inn í skrivað føroyskt mál
(of-ureins, steð, stár fyri: á samt, stað, stendur).

Tó at føroyskt mál soleiðis frá c. 1300 er farið at bróta
av frá tí gamla málinum, er tað tó enn so líkt hesum, at
Før-oyingar í langar tíðir ógviliga lætt lesa íslendskar
skinn-bøkur. At teir so hava gjört, man ikki væl nakar ivi kunna
vera um. Tá ið so nógv av okkara kvæðum kvöða um
ís-lendsk söguevni, minnir tað á ta sterka samkomuna við ís*
lendingar, sum vit eisini av öðrum vita um, og tá ið
før-oysk kvæði taka við soleiðis: »Ein er sögan úr íslandi

komin« ella »Frøði er komið frá íslandi, skrivað í bók scr
breiða«, so sipa hesi orð til gamlar íslendskar sogubøkur
(skinnbøkur), og tey kunna ikki væl siga annað enn at
kvæð-ið er yrkt (í Føroyum) eftir íslendskum skinnbókum, ið
kom-nar eru til Føroya. Kvæðayrkingin man hava verið uppá sítt
besta í 15. árh. Somuleiðis hevir dr. Jakob Jakobsen
peik-að á, at tað í Føroyum finnast gamlar máliskur, ið sýnast
við vissu at vera slektaðar úr íslendskum sögum. Líkasum
V. U. Hammershaimb veit at siga frá sögnum um
skinn-bøkur, komnar úr íslandi. Um tað so er hitt gamla
Sig-mundarkvæði, sum ivaleyst er yrkt í Føroyum, so ber tað
merki av, at yrkjarin umframt tær føroysku keldurnar hevir
haft íslendskar sogubøkur fyri sær (t. d. at tað nevnir
Tamb-ar prest ella Tannebrand (o: Thangbrand), sum sendist til
ísland og sum frá er sagt í söguni um Ólav Tryggvason á
sama staði, sum Sigmunds ferð til Føroya umtalast. Eisini
ta íslendsku »rímuyrkingina«, sum kom fram í 14. árh.
og blómaði í hesum og næsta árh., kendu Føroyingar og
helst úr skrift; vit eiga enn eina føroyska ella
íslendsk-før-oyska »rímu« í Koraldskvæðinum við tí versalagi, ið
eyð-kennir nøgdina av teim yngru íslendsku »rímunum«. Enn
í 16. árh., eftir trúarskiftið, munu Føroyingar hava verið væl
kendir við íslendskar bókmentir (jvf. Ljómurnar av Jón
Ara-son, íslands síðsta katólska biskupi). Og einki er í seg sjalvt
rímiligari, enn at tær íslendsku sögurnar og aðrar bókmentir

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0474.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free