- Project Runeberg -  Lesibók /
455

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

í miðöldini, so leingi íslendskt og føroyskt mál vóru so líkr
vóru fyri ein stóran part ein felagsogn hjá íslendingum og
Føroyingum.

Men hava Føroyingar einki sjálvir skrivað í miðóldini?
Vit eiga ein ríkan skaldskap frá miðóldini í okkara munnliga
goymdu kvæðum. Men brúktu teir gomlu Føroyingarnir
ikki mál sítt í skrift?

At teir lósu tær íslendsku sógubøkurnar í skinni, hava
vit sætt. At Føroyingar sjálvir hava skrivað sógur, vita vit
einki um; tó er tað ikki óhugsandi. At teir í miðoldini (og
seinni enn so) dugdu at siga sogur eins væl og
íslending-ar og lógdu dent á tað sum teir, kunna vit hava nakra
vissu fyri, tá ið vit t. d. síggja, hvussu væl bygdar og
fast-stoyptar við skarpari sermerking av monnum og mannalyndi
nógvar av okkara munnliga goymdu sógum frá 14., 15. og

16. árh. enn eru, so at tær ofta bregða til tær skrivaðu
ís-lendsku sógurnar, sum sagnirnar um Regin í Toftum, Jenis
í Laðangarði, Giljabóndan og Snopprikk, Kálv lítla, Orm
bónda á Skála, Flokksmenninar, Eiriksboða (yvirhóvur eru
okkara eldri sagnir betri sagdar enn tær yngri, ið javnan
eru leysari í bygningi). Tað eru heldur ikki óll landslógini
í íslandi, ið áttu sóguskrivarar. »Tróndarbók«
(Føroyinga-sóga) er skrivað í Islandi; men tilburðirnir í henni eru
sjálv-sagt sagdir í Føroyum. Yvirhovuð er tað so lítið, ið goymt
er til okkara dagar av skriftligum úr Føroyum frá miðóldini

— av tí syndri, ið goymt er, er einki goymt í
Føroy-u m — at tað ikki av tí kann ætlast nakað um, hvat teir
gomlu Føroyingarnir hava skrivað. Alt er forfarið, utan
tað lítla sum av hendingi er goymt utanlands. Antin vit
so finna orsókina í fólksins armóð og fátækdómi ella í tí,
at allir Føroyingar búðu við sjóvarstrendurnar, javnan
út-settir fyri álopum av ófriðaskipum, ella í tí at fólkið, tá ið
tað andliga (málsliga) losnaði frá íslandi og fekk danskt
skrift-mál, misti ansin fyri tí, sum skrivað var í teirra egna máli

— ella í óllum hesum tilsamans. Til dømis kunna vit taka,
at ikki so frætt sum eitt einasta skjalsbræv er goymt í
Før-oyum frá miðaldardogunum. Av føroyskum (í Føroyum

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0475.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free