- Project Runeberg -  Lesibók /
456

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

skrivaðum) brövum frá miðöldini kenni eg ikki fleiri enn
11 í tali, öll frá 15. árh. (trý eru prentað í hesa bók). Av
teimum finnast tey fimm á einum skinni og tey trý á einum
öðrum skinni, sum bæði goymast í Keypmannahavn, tvey
finnast í eini skinnbók í Stockholm, og tað eina, sum í
restar, finnst í avskrift í brævabók hjá
Munkalívskleystri-num í Bergen o: öll í bert fýra skriftum, av reinum hendingi
goymdum í útlondum. Frá tíðini 1500—1536 kenni eg yvir
40 bröv beinan vegin viðrørandi Føroyar og føroysk
viður-skifti, og av teimum er ikki meir enn 1 skrivað í Føroyum,
og tað er goymt í Keypmannahavn (málið er í tí meiri
danskt enn føroyskt).1)

Til 1273 hövdu Føroyingar teirra egnu føroysku
lög-bók (tað árið kom hin norska Gulatingslógin at galda í
Før-oyum). Hetta er áhugavert, tó at nú einki er eftir av hesi
bók og vit ikki vita, hvussu tíðliga tær gomlu føroysku lógirnar
skrivaðust í bók; hjá Islendingum vóru lógirnar eitt tað
fyrsta, ið festist í bøkur. Til er enn eitt tillop til eina
før-oyska bispakrýniku á látínskum máli, skrivað í
Kirkjubø nakað eftir 1400 (goymd okkum í avskrift í
látínsk-ari brævabók, sum týskarin Kalteisin, erkibiskupur í
Tránd-heimi 1452—58, hevir átt). Tvær skinnbøkur eru til, sum
Føroyingar hava skrivað (avskrivað) ella átt; innihald teirra
er ymsar norskar lógir og føroyskar (seyðabrævið). Onnur,
sum goymist í Lund ’í Svörfki og er av allarprýðiligastu
skinnbókum, man vera komin úr Føroyum longu um ár 1400;
hin goymist í Stockholm í Svöríki og hana hevir
lögmann-stólurin í Føroyum átt til 1599. Ár 1600 hevir Føroyingur,
»G. M. paa Ferrøø«, skrivað tí kenda føroyska skiparanum
í Bergen, Nils Helgason, eina avskrift av seyðabrævinum í
tí føroyska málinum (handskriftið í Keypmannahavn). Men
í 17. og 18 árhundraði man kunnugleikin í at lesa og skriva
sítt egna mál hava verið sum burturdeyður hjá Føroyingum.
Tó er athugavert, at eftir trúverðugari sögn í Sandoynni sýn-

’) Tað sum higartil er funnið av yngri skjalsbrövum í Føroyum, sum
eg veit um at siga (tey elstu frá c. 1640), eru öll á donskum máli.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0476.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free