- Project Runeberg -  Lesibók /
460

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

fyri á egin hond at savna saman kvæðir, og úrslitið úr
hansara arbeiði varð eitt stórt og virðisfullt handskrift,
Sand-oyjarbókin, við 93 kvæðum og vísum.1) Norður í Fugloy
samanskrivaði bóndin Hanus Hanusson eitt annað stórt,
umenn ikki so virðisfullt, handskrift við 96 kvæðum,
Fugl-oyjarbókin. Báðar hesar bøkur goymast í
Keypmanna-havn. Og brátt fylgdu aðrir bøndur eftir, so fleiri minni
kvæðasavn skapaðust. Napoleon Nolsø, »gamli doktari*,
samlaði 3 stór bind av kvæðum, sum skúlabókasavnið í
Havn hevir fingið í gávu. Til sín deyðadag helt J. H.
Schrøter fram við at uppskriva kvæði og vísur, og hann
fór fyrstur at uppskriva gamlar sagnir. 1823 fekk
Schrø-ter prentað eitt føroyskt Mattheus-evangelium. Eisini
amtmaðurin Plöyen (yrkjarin av »Grindavísuni«) eigir at
nevnast sum uppskrivari av føroyskum fólkaminnum. Niðri
í Keypmannahavn var Carl Christian Rafn, lívið og
sálin í »Det nordiske 01dskriftselskab« til útgávu av
gom-lum norrønum skriftum, fullur av áhuga fyri Føroya mál og
sögu; 1832 útgav hann Færeyinga saga, og henni læt
hann fylgja føroyska týðing, greidda úr hondum teirra J. H.
Schrøter og amtsskrivari Jens Davidson, eftir tilstuðlan
av Rasmus Rask. Jens Davidson, umboðsmaður í Føroyum
fyri »Det nordiske 01dskriftselskab«, var eisini samlari av
fólkaminnum.

Hann ið fullendaði Svabos arbeiði var Venceslaus
Ulricus Hammershaimb (1819—1910). í 1847—48 og
1853 ferðaðist hann um allar Føroyar fyri at uppskriva
kvæði, sagnir, orðtök, gátur, spöl o. líkn. 1854 læt hann í
»Annaler for nordisk 01dkyndighed« prenta ta fyrstu
full-komnu føroysku mállæru (í donskum máli); bæði í
»Annaler f. n. 0.« og í »Antikvarisk Tidsskrift« læt hann
fleiri ferðir prenta vísur, orðtök, sagnir, málsligar
frágreiðing-ar o. a. 1851 gav hann út »Sjúrðar kvæði* og 1855
• Færøske Kvæder«. Hammershaimb náddi aldri at taka

*) Jóhannes í Króki hevir lært at skriva málið av Svabo, tí hann nýtir
tað av honum uppfunnu stavseting.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0480.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free