- Project Runeberg -  Lesibók /
462

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

og Sálmarnar frá Gamla Testamenti her í bókini), í
lögmál-um (jvf. »Skipan fyri Føroya Banka«), í vitskapligum stíli
(jvf. stykkini »Um føroysk fornbröv« og »Hvussu plantan
byggist«).

Okkum nýtist at leggja væl í geyma Hammershaimbs
orð um »at halda málið reint, byggja tað upp av egnari
grund og verja tað móti nýbroytingum«. Tó at tað er ein
eyðsædd framgonga frá málinum t. d. í »Málstrev« her í
bókini (enn meira frá málinum í »Púkaljómum«!) til málið í
t. d. teim bestu yrkingum av sama manni ella av J. H. O.
Djurhuus, mugu vit tó finnast at, hvussu málskeivt hesin
mað-ur (sum aðrir) javnan yrkir, t. d. treystligt, mjúkligt fyri
treyst-liga, mjúkliga. Helst í yrkingum verður føroyskt javnan nýtt
skaðiliga formleyst. — Tað besta mær tykist at vera skrivað
í föroyskum prosamáli tey síðstu tjúgu árini er »Eftir
jóla-góða« av Símun av Skarði; her er einki orð ov mikið, einki
ov lítið. Henda sögan (ein lítil »saga«!) er skrivað næstan
orðaraðið upp eftir gamla manna sögn. Umframt at vísa
tað samanhangandi í okkara máli frá teim fornu dögunum,
tá ið teir gomlu íslendingar og Føroyingar sögdu sínar sögur
(Sagaer), til henda dagin í dag, vísir tað okkum, hvar vit
skulu leita fyri at lyfta okkara tungumál.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0482.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free