Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>
Below is the raw OCR text
from the above scanned image.
Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan.
Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!
This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.
Nr. 6.
A R B E 1 Ð I Ð
22. september 1934
ARBEIÐIÐ
— Ketnur annanhvønn leygardag —
Haldaragjald:
25 oyr. um mánaðin
75 oyr. - fjórðingsárið
— Postpeningur umframt
Lýsingarprísur:
7 oyr. fyri m. m.
Avsláttur fyri størri
standandi lýsingar.
Avgreiðsla hjá ritstjóranum, har
haldarar kunna tekna seg og lýs-
ingar verða sendar.
Á d r e s s a : i
ARBEIÐIÐ
Tórshavn
Kreppuhjálp
—o—
Tú kann ofta, tá tú kemur á
tal við fólk um landaskipan —
politikk má tað ikki nevnast, tað
er einans kampur millum menn
um samband og sjálvstýri — hoyra
menn siga, at tað var betur, einki
løgting var, og verður tað ofta
so væl undirbygt, at tað er tor-
ført at fáa tað avkreftað. Nei, so
ringt er tað tó ikki, at tað var
betur, at einki ting var, um tað
tó ofta er torført at bera í bøti-
flaka fyri tað.
„Tað er krepputíð", sigur tingið,
„vit mugu gera okkurt til hjálpar
fyri okkara vinnulívi. Vit senda
menn „uppá landsins besta" til
attingast við Danir". Í28 — átta
og tjúgu — ár hevur okkara ting
tingast um at senda tingingarmenn
til Danmarkar og tá so av stað
verður farið, verður mark sett fyri,
hvat talast ska! um. Hetta er so
ørt, at hevði tað ikki komið frá
Føroya løgtingi, so var tað ótrú-
ligt, og sum væl trúligt er, vera
hesir menn ikki so mikið virdir,
at stjórnarmenninir sjálvir tíma at
tosa við teir, men senda nakrar
av teirra skrivarum fyri seg — og
úrslitið er hareftir.
Tað kann væl vera, at hetta til-
boðið, sum hesir menn komu aft-
ur við, vildi týtt eitt framstig tá,
fyri 28 árum síðani, men tað sær
út til, at hesir sendimenn, og fyri
alt tað alt tingið við, ikki hava
fatan av, hvat ið broytt er síðani
tá, bæði fólkahugsan og øll onnur
kringumstøð. Nú spyr fólk, hvat
skulu tit byggja havnir til, tá hesi
skip, sum vit nú eiga, eru upp-
rotnaði og eingin hevur ráð at
keypa nýggj skip aftur ?
Tað er eitt áhugavert svar, løg-
tingið har gevur. Jú, siga teir, vit
upprætta lánið og gevingargrunn,
hvar úr vit lána og geva monn-
um pening til at keypa skip fyri,
men tað eru tó ikki allir sum
skulu fáa, summar lata vit sakfør-
ararnar fáa at leika sær við, lata
teir taka alt frá teimum, sum teir
eiga, so lána og geva vit øðrum
pengar at keypa tey skip, sum
hini hava mist, tey fáast jú bílig.
Teir gera galdandi hitt boðið:
Hann, ið lítið hevur, skal missa
tað lítla, hann hevur, fyri at tað
kann verða givið til hin ríka." Eg
vóni, fólk yvirhøvur ikki vera víð-
ari fró yvir slíka kreppuhjálp.
Tað kundi verið gaman at vita,
hvønn ið teir ætla til røktingar-
mann.
At upploysa tingið nú, er kan-
ska rætt, men nøkur „universal-
hjálp" er tað ikki. Vit vita, hvussu
4000 arbeiðarar á mótmælisfundi
í Silkeborg
Úr Silkeborgfrættist: 4000
arbeiðarar í Silkeborg hildu
mótmælisfund móti teirri sein-
astu harðræðisboðum frá ríkis-
(Fjarrit til „Arbeiðið)
Keypmhvn., 20.—Q. 34.
stjórnini og lovaðu at veita
teim streikandi vevnaðarmonn-
um peningaligan styrk fram-
vegis. NORDPRESS
Tað er nú nakað síðani, at 400
vevnaðarmenn í Silkeborg gjørdu
verkfall. Volds-„rætturin" dømdi
verkfallið ólógligt, men vevnaðar-
menn hildu fram. Frá stjórnini er
síðani sett forboð ímóti at samla
inn til teir streikandi — og einki
fáa teir frá streikukassanum tí
streikan er „dømd" ólógligt. Fjar-
ritið til okkara prógvar, at arbeið-
arar ikki óttast hesi harðræðisboð,
men standa saman og styðja sínar
felagar móti øllum atsøknum.
Yvirvøldin í Amerika
í hernaði móti arbeiðarunum
Arbeiðara-álitismenn verða handtiknir Arbeiðarablaðið
„Daily Worker" støðga av løgregluni
(Fjarrit til „Arbeiðið"
Úr NewK York verður
fjarrittað: Undir teirri stóru
streikuni her er hundraðir av
vaktarmonnum arbeiðaranna
handtiknir og settur í varð-
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>