- Project Runeberg -  Búnaðarbløð / 1. Árgang. 1903 /
13

(1903-1904)
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

13

Skálavík, hvar øll bygdin var saman um eitt, og hettar
smørið fekk hin hægsta prísin.

Soleiðis skuldi tað sýnst sura alt var komið í
besta lag, men tí verri í staðin fyri at fylgja tí vegi,
íð vístir var við t. d. smørvirkihúsinum í Skálavík,
er komið eitt afturstig.

Eingin var at leggja lag á, so fólk kundu skipa
seg saman, og í tanns stað skiltist alt sundur. Ein
maður sá, at skilvindan hjá hinum loysti seg, so fekk
hann sær eina við. Har ein skilvinda var í eini bygd,
komu brátt fleiri, og nú liava vit slík dømir at sýna
framm, at ein bygd sum Mikladalur á Kalsoy lievur 3
skilvindur.

Smørið er blivið hareftir.

Tær gentur, sum lært hava, gera sjálvsagt líka
gott smør nú sum fyrr, men tær hava minni at gera
úr. Taft góða smørið er tí minkað og rainkar við
tað, at skilvindurnar í hyørju bygd verða fleiri.

Uttan lærdóni gerst ikki gott smør, tí smør er
hitt vandamiklasta evni, sum vit bóndafólk hava at
búða til.

Vilja vit hava smør til søluvaru, og smør sum
tað loysir seg at selja, so er vegurin samvirking fyri
eiiia bygd ella fyri fleiri bygdir í nær liggja sainan.

hava ein góðan fyrimun framm um grannalond
okkara við tað, at veturin hjá okkum er so
táður, at mest alt arbeiði úti kan gerast.

Uppskering í bø og haga eru vetraarbeiðir,
líka-leiðis ymislig garðagerð, og er tú so væl staddur, at
bøur tín liggur væl saman, so nýt vetratíðina at leggja
tær góðan veg, so hestir og vognir kann brúkast.

Vetratíðin er okkara myrka tíð og er ofta tung
at slíta seg ígjøgnum, brúka ta tíðina til at hampa
um búgvið, ger tað. hugnaligari fyri teg og tíni, rudda
bøin og legg liann turran, hampa um túnini, vala um

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 9 16:53:09 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/bunadarbl/1903/0015.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free