- Project Runeberg -  Búnaðarbløð / 1. Árgang. 1903 /
17

(1903-1904)
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

17

Hvat er gjørt og livat eigur at verða
gjørt fyri tað føroyska rossaslagið?

1885 sendu Just Jakobsen, A. W. Restorff, R. C.
Effersø og J. Petersen bønarbræv til løgtingið um at
gera nakaft fyri tað føroyska rossaslagið, sum tá var
í sterkari afturgongd, serliga ti at tey besti
rossini blivu seld ut av landinum, og at ein og hvør
graður hestur bleiv brúktir til springhest, hvussihann
var skikkaður.

Sakin bleiv útsett til næstu tingsamling, og í
1886 bleiv tað lagt amtmanninum upp í hendur, at
fáa í lag eitt lóguppskot til frama fyri rossadriftina.
Málið hvíldi tä í nøkur ár til 1890. Tá kom aftur
bønarbræv frá Førja bóndafelag til løgtingið, um at
taka sær av rossarøktini, sum tá var enn meir gingin
aftur á hondina síðani 1895. ímillum annað sigst frá
i hesum bønarbrævi, at, í øllum Eysturoya sýsli var
ikki ein graður hestur, sum nýtast kundi til
springhest.

Við bønarbrævinum fylgdi eitt lóguppskot, sum
gekk út, uppá, at eingin gräöhestur skuldi ganga
leysur, uttan hann var sýnaður av eini 3-mannanevnd
og hildin at vera góður.

Eftir hesum uppskoti gjørdi løgtingið eina lóg,
sum bleiv góðkend 30. mars 1892, og sum er tann
einasta lóg, vit hava fyri rossahaldi, umframt tafl, í
hagalógini stendur.

Til løgtingssamlingina í 1900 sendi útgevarin av
hesum skrifti bønarbræv til løgtingið, um at gera
nakað munaligt til frama fyri rossaalingina, soleiðis
at okkara egna rossaslag kundi ganga framm ímóti at
bliva eitt dugandi arbeiðsross, soleiðis sum tað
føroyska jarðabrúkið kemur at krevja tað so við og við,
og deils so at ein oniiur grein av ti kundi útviklast
hin vegin, til at bliva ein eftirspurdir hestur til ta
lættasti koyring uttanlands.

Tingið helt sakina soleiðis framborna ikki hava
so avgerandi nógv at siga fyri landið, at tað vildi

3

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 9 16:53:09 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/bunadarbl/1903/0023.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free