- Project Runeberg -  Búnaðarbløð / 1. Árgang. 1903 /
30

(1903-1904)
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

30

eínlđ, men leggja á rossini og reiða aftur við teimum
í dag, men so skuldu tey fáa góða hviid, og leggur
hann til: »gevi teimum so ein kjaft í morgun eisini,
áður byrjað verður.«

Tá morgunmaturin var etin, komu øll ut aftur
og livør piltur og genta tók sítt rossi, meðan Hanus
húskallurin fylti í leyparnar og bóndin sjálvur tók
ímóti teimum yviri á bønum og ansaði eftir hvussi
loypt; bleiv, hevði eyguni eftir rossunum, at tað lág
væl á og annars hevði umsjón við, at alt gekk
skil-liga til.

Vegurin var nakað langur, so hesarrak, fyltungu
ryssurnar tivaflu illa tá tær vóru yvirkomnar við
klivini, men heim aftur tóku tær sær av møkum,
rag-gafii, men sólin tók so heitt i dag, at tá tað leið at
døgurðartíð vóru tær heitar og móðar.

So bleiv stedga til døgurða, ein hoysoppur bleiv
tveittir íyri rossini, tá hann var uppetin, stóðu tey
og bíndu undir skjøldrinum fyri sunnan fjósi; tann
elsta ryssan fór at leggja seg, men í tí sama kom
fólkið út aftur.

Hann hevði nú drigið skyggj yvir luftina og
sýntist at koma av landsuningi ella eystri; tað bleiv
tí drivið á, tí hettar var eygsjpnliga síðsti
góðverðs-dagurin, og gekk tað ikki betri, fall ein góður tongul
ella annar sveipur niður á hesar råk lendarnar, sum
lítið orkaðu og kanska minni føldu.

Millummáli bleiv etin so livørt sum hvør kom
heim, so tað bleiv eingin stedgur fyri rossini.

Hann dróg nú meir og meir upp á luftina og
tók til at vinda av eystri, og í skýmingini fór at
kennast úr honum.

Bóndin helt nú vera nógv gjørt í dag, ja væl
meir var komið yvir í dag enn hvønn hin dagin,
so nú var best at gevast, og tað var eisini í tíð;
rneðan tey tóku av rossunum, fór at regna —
váta-slettingur var tað — fyri álvara, og Hanus og líttli
Óli, sum fóru niflan ígjøgnum geilina við rossunum,
— tey skuldu í hagan í kvøld, tey blivu ikki brúkt
aftur við tað fyrsta vóru dravnir tá teir komu
aftur.

Nú lótu tey seg úr, øll vaskaðu sær og skiftu í

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 9 16:53:09 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/bunadarbl/1903/0036.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free