- Project Runeberg -  Lesibók /
98

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Hoyr tað mín hin sæla dóttir,
tú elvir mær miklan vanda,
at tú noktast hvörjum manni,
ið tær býðst til handa.

13.

Hvör leingi viltú, dóttir mín,
eyka mær ta sorg,
at tú noktar hvönn at eiga,
higar kemur í borg?

14.

Tegið, tegið, faðir mín,

tær talið ikki svá:

ikki er komin hin veldigi harri,

ið mær er sámi at fá.

15.

Ikki er komin hin veldigi harri,
ið mær er sámi at fá,
eystan fyri londini,
har stenđur mín hugur á.

16.

Sjúrður heitir sami maður,
Sigmundar svein,
tað var hin unga Hjördís,
hon bar hann í heim,

17.

Undarliga hevir tú
tær ástir við tær lagt,
at tú unnar mannin tann,
ið tú hevir ikki sætt.

18.

Tað hava mær nornur skapt,
liggur í brósti trá,
níggju vetur unti eg Sjúrð,
eg ei við eygum hann sá.

19.

Til tess svaraði kongurin,
hann drekkur mjöðin reina:
hvat er hann Sjúrður frægari
enn aðrir kongsins sveinar?

20.

Hoyr tað mín sæla dóttir,
tað sigi eg tær enn:
hvat er hann Sjúrður frægari
enn aðrir kongsins menn?

21.

Tað er Sjúrður frægari
enn aðrir kongsins menn,
tí hann fellir heidningar
hundrað um í senn.

22.

Tað er hann Sjúrður frægari
enn aðrir kongsins garpar,
saðil hans og brynja hans,
tey glógva sum gullið bjarta.

23.

Hoyrt havi eg frásagt
snildu hans eg bragdi,
tá ið hann tann frænarorm
við svörðinum niður lagdi

24.

Hoyrt eg havi frá tí sagt,
ikki var eg hjá,
tá hann vann tann frænarorm,
á Glitraheiði lá.

25.

Tá ið hann vá tann frænarorm,
á Glitraheiði lá,
mikið mundi Sjúrður
gullið ognast tá

26.

Sjúrður vá tann frænarorm,
tí er hann so rfkur,
eingin maður á Húnalondum
honum kann vera líkur.

27.

Hoyr tað mín sæla dóttir,

legg nú til tess ráð,

hvussu vit skulum tann mikla

mann

av sínum landi fá.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0114.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free