Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>
Below is the raw OCR text
from the above scanned image.
Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan.
Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!
This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.
30.
Öllum letur Bolli Tollaksson
í sítt brúdleyp bjóða,
uttan Ólavi Kjartans faðir,
ið væl kann randir ijóða.
31.
Drukkið var teirra brúðleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
Bolli og hans vív.
Annar táttur.
32.
Drukkið var teirra brúdleypið,
mangur fór glaður av;
eg kvöði um Kjartan Ólavsson,
í Noregi hann var.
33.
Spæla teir á sundinum,
báðir reystir seggir;
Kjartan kennir møði á sær,
biðjur at landi leggja.
34.
Kjartan læt at landi leggja,
sóu tað konur og menn,
grimur maður á sundi spælir,
í ’nvöijari veglund enn.
35. (
Grímur gár fyri Ólav kong,
strýkur sær um enni:
mætir eru íslendingar,
vilja os innibrenna.
36.
Kjartan gongur fyri Ólav kong,
svör á sína trúgv nú:
allir viljum vær íslendingar
taka við kristnari trú.
37.
Mælti tað Kjartan Ólavsson,
hann slær tað í ein gleim:
allir kristnast vær íslendingar,
uttan Fróðar ein.
38.
Tað var Torkil erkibisp
heldur á gyltum homi,
allar kristnaði hann íslendingar
á einum summars momi.
39.
Eg kristni teg, Kjartan Ólavsson,
væl í góðan tíma,
tak við kristnari trúgv av gudi,
eg gevi tær systir mína.
40.
Svaraði Kjartan Ólavsson,
konginum illa tótti:
eg taki ikki tygara systir,
tað frættir ei Ósvivs dóttir.
41.
Svaraði Ingibjörg kongins systir,
talar eitt orð for sær:
r
viltú Kjartan Olavsson
skiljast nú frá mær?
42.
Hon tók upp úr mjölldrekkju,
Kjartani mentir gav:
( silvur og teir dýru slíðrar,
gripur av gulli var,
43.
Hon gav honum tað góða svörð
| við gyltar slíðrar at binda;
j hann var aldri í víggi sárur,
ið bar tann brand við lendar.
44.
Tað var Ingibjörg kongins systir,
ið gull bar sær á hond,
fylgdi hon Kjartani Ólavssyni
niður til sævarstrond.
45.
Har mundi hvört frá öðrum
skiljast,
j báðum illa tótti:
Kjartan, eg fylgi ei longur tær,
tað frættir ei Ósvivsdóttir.
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>