Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>
Below is the raw OCR text
from the above scanned image.
Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan.
Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!
This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.
hildin førur firi at gera tað, sum var ødlun øðrun ómøguligt.
So breyt hann seg út aðra ferð, varð fingin upp attur og
settur fastur í jadn, men sleit leinkjuna og breyt seg út
triðju ferð. Hann tók leiðina norður ettir Streymoynni til
Hósvíkar, tók sær bát haðan ivir um í Eysturoynna og dró
bátin upp á Sandaleiti (sandoddi midlun Oyra og Selatraðar).
Haðan tók hann, sum firstu ferð, leiðina til Lorvíkar, tók
sær uppattur bát har og fór ivir um Kalsoynna. So flíddi hann
norður í Nesskorarnar (skorarnar vestanfiri Trødlanes). Har
vísist enn »Páls loft«, eitt stórt hol inn undir ein klett, kvar
hann skuldi halda til ta tíð, hann livdi í Nesskorunun. Um
næturnar gekk hann so heim í Mikladalsbigd, breyt inn í
kjadlarnar og stjól seyðakrov. Náttina ettir tað, at hann var
komin í henda skortin (Páls loft), breyt hann kjadlin kjá
bróður sínun, b’óndanun á Sunnanágarði, og setti navn sítt á
eina rim, sum hann hevði brotið burtur úr, at bróðirin skuldi
vita av honun. Søgn er, at bróðirin læt likilin standa í
kjadlinun um næturnar, so hann skuldi sleppa inn. Eina ferð
kom skansabáturin norður at leita ettir honun; teir róðu
runt um Kalsoynna og komu so nær loftinun, har sum Pádl
sat, at hann, sum hann bar uppá mál seinni, kundi hava
sorað bátin við gróti; men tað vildi hann ikki gera, segði
hann, tí bátmenninir vóru rættuligir menn og høvdu einki
ilt gjørt honun. Níggjársaftan, meðan hann sat í holi sínun
og kókaði sær kjøt — pott hevði hann stolið sær eisini —
kom eitt trødl og stoytti honun pottin í eldin. Hann barðist
við tað leingi og fekk rent tað út firi bergið. Plássið, har
sum trødlið fór út av, rópast enn »á Smedlinun« av tí smedli,
sum trødlið tá fekk. Eina ferð stóð eitt brúdleyp í
Mikla-dali. Um náttina — hetta var um vetrartíð — hevði Pádl
sníkt seg heim í bigdina til brúdleypshúsið og lagt seg í
slis uppi á mønuni. Sum hann lá og lurtaði við ljóaran,
hoyrdi hann nakrar menn tosa har inni um, at tað var tó
ein roynd at fara at leita ettir Pádli í Nesskorunun; tí har
mundi hann vera. Ettir hetta rímdi hann úr skorunun og
flíddi í »heimara fjadl«, annað fjadlið sunnanfiri Mikladal. í
heimari fjadli bar væl til kjá honun at krógva seg — har
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>