Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>
Below is the raw OCR text
from the above scanned image.
Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan.
Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!
This page has been proofread at least once.
(diff)
(history)
Denna sida har korrekturlästs minst en gång.
(skillnad)
(historik)
bíðaðu ettir førninginun, ið teir skuldu hava heim attur við
sær frá handlinun. Eitt árið, sum teir vóru samansamlaðir,
lovaði Guttormur í Múla at gera eina treyt og vildi hava
hinar til at leggja nakað undir (lova sær atturfiri): hann skuldi
fáa ein hana til at bera ein tólvalnastokk. Hinir hildu hetta
vera ómøguligt og løgdu undir. Men bilsnir vóru teir, tá
ið teir sóu hanan koma við tólvalnastokki hangandi á
heglu-nun. Ein framsíggin maður, ið inn kemur, spir, kví teir læa
so. Teir spirja, um hann sær ikki hanan, ið fer við
stokki-nun berandi. Maðurin sigir: »Eru tit blindir? síggja tit ikki,
at tað er eitt hálmstrá, ið hongur ímidlun beinini áhonun?«
og spidlir so adla veitslu. »Skomm fái tú komandi!« segði
Guttormur við hann.
Øksi hevði Guttormur altíð innan undir sjóstúkuni, tá ið
hann ferðaðist úti. Øksin hekk í bandi, sum gekk um vinstri
øksl tvørtur undir høgru hond niður á mjødnina høgrumegin,
og skeið var um øksareggina. Bandið var so veikt, at hann
kundi slíta tað í firsta viðbragdi, um honun tørvaði á at taka
til øksina knapliga. Eina ferð var Guttormur staddur úti á
havi. Við útendarnar vóru menn altíð útgjørdir uppá at fara
til loynikeypskip, tá ið teir vóru á útiróðri; tí tað var nóg
høgligari og betur enn at fara til handils í Havn. Guttormur
biður rógva til eitt skip, sum er í nánd; hann heldur tað
vera loynikeypskip, fer um borð og sær nú firsta, at tað eru
ránsmenn. Teir vilja sláa ring um hann, men Guttormur
slítur øksarbandið, reiggjar øksina og avhøvdar ein. So
loypur hann í bátin, og adlir til árar. Hinir eru kvikir at
loysa bát og koyra avstað ettir teimun; men best sum teir
eru setstir at rógva, kemur mjørki niður ivir teir, og
bátar-nir skiljast sundur. Tilskilað er, at Guttormur skuldi gera
mjørkan.
Gottormur átti son, sum æt Jóhannes. Hesin sami
Jóhannes var óføra sterkur; hann kodlaði kvørja ár, tá ið
hann var á útiróðri. Eina ferð kom smiður til Múla.
Gutt-ormur bað hann gera hasun fátækadírinun, soni sínun, eina
sterka ár; tí einki helt, sum hann fekk upp í hendurnar.
Smiðurin helt seg til; Guttormur fekk honun eitt rekatræ og
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>