Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>
Below is the raw OCR text
from the above scanned image.
Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan.
Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!
This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.
glógvar í gullinum reina:
»Hoyr tað, reystur Einar
ungi,
eitt sinn situr tú heima.«
52.
Tað er Kristin, kongsins
dóttir,
fyri breiðutn borði stóð;
tað er kongur í Noregi,
’hann rodnar sum eitt blóð.
53.
Tá svarar Einar ungi,
hann skeyt tann leik av
hendi:
»Gjarna skal eg fara burt,
tín faðir ið meg sendi.«
54.
Eínar gekk til strandar
oman,
tað loynir ei mín tunga;
tað fylgdu honum kongurin
og hon Kristin unga.
55.
Fylgdu honum til strandar
oman,
inongutn illa tókti;
tað fylgđu honum kongurin
og Kristin, kongsins dóttir.
56.
Einar steig á skipabunka,
yvir við sindal stroytt;
stavnur og stýri av reyðar-
gulli
og segl av silki reytt.
57.
Einar stendur á skipabunka,
hann dregur akker upp;
stavnur og stýri avreyðar-
gulli
og silkisegl í topp.
58.
Kongurin gongur á borgar-
sal
eina morguntíð;
so lystuliga Ormur siglir
fram við grønari líð.
59.
Kongurin gongur á borgar-
sal
við so mangan mann;
so lystuliga Ormurin siglir
seg við líðum fram.
60.
Kristin gongur á borgarsal,
aftaná Ormin sær:
»Sannur Gud av himiríki,
Einar, fylgi tær!«
61.
Risin kotn av helli út
eina morgunstund;
tá sá hann, at Ormur sigldi
inn á Oyrarsund.
62.
Risin gekk í hellið inn,
so snarliga hann sær
skundar;
talar hann til gandafinnin,
biður hann rúnir binda.
63.
Risin talar til gandafinn,
biður hann rúnir binda
bæði skjótt og skundisliga,
aftaná Ormin senda.
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>