Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>
Below is the raw OCR text
from the above scanned image.
Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan.
Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!
This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.
118.
Teir tóku risans mikla gull,
teir førdu at Trándheim
fram;
takk havi hann ílint sterki,
sum henda sigur vann.
119.
ílint gisti sína móður,
so væl hann tað formátti,
festi frúnna Gullbrúnu,
ta væna Valints dóttur.
Brókatáttur
(yrkt hevír Hanus Mikkjalsson í Leynum
í seinna parti av 18. öld).
1.
Gevið ljóð og lýðið á
og fallið ei í fátt,
meðan eg gangi her upp á
gólv
og kvóði Bróka tátt!
Viðgangur:
Út at rógva fór Jóhannis,
tað var ei til dans,
gitið man verða, meðan
Kvívík stendur,
flundrutak hans.
2.
Jógvan vaknar í sínari song
morgun ein so snimma:
»Nú fýsir meg á sjógvin út,
eg vil ikki standa og
spinna.«
3.
Allar vekur hann bátsmenn-
inar
undir Hellu lon,
! seinast fór liann í húsið inn
til Jóhannis Niklasson.
4.
Tað var Jógvan Tummasson,
tekur til orða svá:
»Stattupp, Jóhannis Niklas-
son,
tak sjókappan uppá!«
5.
Svaraði Jóhannis Niklasson,
tí lítil var í honum dugur:
»Tað eg fari í sjókappan,
tað er av lítlum huga!«
6.
Jóhannissetstuppundir seg,
títt við hondum pjakar,
rætt sum eggsjúk høna
runt um reiðrið reikar.
7.
Hálva ókt hann klæddi seg,
so er sagt ífrá,
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>