- Project Runeberg -  Lesibók /
298

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

yvir teir, sum hövdu verið offúsir og spilt teimum ta
góðu grind. Men ikki var grindin horvin, — blástir
sóust nú aftur úti ímóti bygdini í Nólsoy, ein bátur
var nær stadđur hjá henni, lievði uppá mastur at geva
hinum tekn, og tá fór bátaherurin, sum hevði verið
spjaddur víða um, skjótir sum píiar skúmandi til
grind-ina. Sýslumaður og grindaformenn skipaðu nú fyri,
hvussu rekast skuldi, og ansaðu væl eftir, at eingin
bátur kom grindini ovnær og stygdi hana, av tí hon
hevði lyndi at kava. Nú bar til, hon fekst væl inn um
grynnur og boðar inn ímóti vestari vág, so aftur út
um Tinganes, bátarnir lðgdust í tríggjar hálvringar
uttan fyri hana, og nú gekk inn eftir, ímóti sandinum
í vágsbotninum, nú skuldi fyrsti stingur verða gjórdur
av einum av formonnunum, hvalvápnið kom, sum tað
átti at koma, og særdi ein av aftastu hvalunum, suin
vendi sær beint inn eftir, í hamarskjólin nakað
framman fyri sveivina, blóðsprænin fossaði úr sárinum,
øði kom í hvalin og hann rúsaði í øðini fram ígjógnum
hvalaflokkin og loypti øði eisini í hinar, so at grindin
fór við sjógv á baki undan, brekka var á sjóuum,
hvar hon kom fram, hon tók sjógvin við sær langt
upp á sanđin, tá kendi hon grunn og vildi venda út
aftur í sjógvin, men áðrenn teir hvalir, sum fremstir
vóru og longst vóru komnir upp á sandin, kundu fáa
í lag at venda sær við, rann sjógvurin út frá teimum,
og teir lógu á turrum, og har komu tá menn, sum á
landi vóru, og skóru teir á háls, so blóðið rann í
streymum og fargaði sjógvin reyðan. Hinir hvalirnir,
sum ytri vóru og ikki komu at liggja turrir á landi, tí
at tað var ikki pláss til teirra, bróta seg nú út og herja
á bátarnar, sum møta teimum við vápnum og gróti, og
um teir skuldu sloppið út um fyrsta og annað lagið av
bátum, er sjaldan, at teir ikki venda, tá ið teir koma
út ímóti tí triðja laginum; hvar teir koma, verða teir
særdir og grýttir, blindaðir verða teir av blóðinmn, sum
teir svimja í, og grugga sjálvir sjógvin upp frá botni;
teir eru nú í örviti, og fer ein stakur hvalur út um
allar bátar, vendir hann sum oftast sjálvur aftur til
hinar, sum liggja undir drápi. Ja, har er dráp, sum
øðiligt er at síggja fyri hann, sum friðaligur stendur á
landi at hyggja at tí; her gera nakrir hvalir landgongd
í ymsutn stöðum í fjöruni, har liggja bátar mitt í

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0316.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free