Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>
Below is the raw OCR text
from the above scanned image.
Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan.
Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!
This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.
dráttun oyggjana og so attur ímóti til innførslu av slíkun
neyðturviligun vørun, sum ofta stórt trot var á og sum ofta
gekkst idla til at fáa í handlinun. Á henda hátt var tað
hans ætlan at føra landsins bjargarevni fram til meira gagns
firi landið, enn higartil hevði verið. Men til at kunna út-
«
inna slíkt í tí víddarmáli, sum hann setti sær firi, mátti hann
hava loyvi frá tí kongliga handilsstírinun. Frá teim
ráð-andu í Føroyun var eingin studningur, heldur meinskubrøgd,
væntandi; men hann hevði vón um, at handilsstíri og
handils-nevnd í Danmark vildi lítast væl á hans landsgagnligu
firi-tøku og veita honun slíkt loyvi. Her verður tó at minnast
á tað, at imsar vørur og imsir handilslutir vóru, sum tann
kongligi handilin ikki fekkst við, og sum tað var loyvt
oyggjafólkinun sjálvun at føra út edla inn; tó var lagt
attur-at: »í teim kongligu handilsskipunun*, og henda viðbøtan
var eyðskild, av tí at Føringar áttu eingi skip tá sjálvir.
Kvussu idla til stóð við útbúningi oyggjana við
handils-vørun, og kvussu ússalig oyggjafólksins kor ivir høvuð vóru
tá, kunnu úrdrøg úr løgtingsbókini firi hetta tíðarskeið geva
monnun skin á og skilning í. Nøkur slík útdrøg skulu verða
sett fram her í tí sum attaná kemur. Har atturat kom, at
tað hevði til tá verið óføra torvunnið, ofta óhugsandi, kjá
Føringi, ið vildi gera Danmarkarferð, at sleppa burtur úr
oyggjunun, annaðkvørt til at føra kærumál fram edla í øðrun
ørindun; tí tann trigging, ið ein skuldi seta firi at fáa loyvi
av teim stírandu til at gera slíka ferð, var 500 ríkisdálar, og
enntá kundu teir høgu harrarnir nokta kvørjun, ið teir vildu,
ferðarloyvi og leiðarbræv (pass), um maður tóktist teim
»skaðiligur« edla idlgrunaverdur, og tað var: maður, sum
kundi ætlast at vilja bera kærumál fram ímóti teimun sjálvun.
Heldur ikki var tað sjaldsamt ettir gamla manna søgn, at
sendingar, brøv edla pakkar, frá monnun, sum teir stírandu
høvdu ringt eyga til, vóru loystar upp og rannsakaðar; ja,
stundun vóru slíkar sendingar atturhildnar og komu ikki
vegin fram.
Tað, sum teir stírandu og helst handilsforvaltarin
rædd-ust firi, nú ið Nolsoyar-Pádl hevði fingið sær skip, var ikki
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>