- Project Runeberg -  Lesibók /
397

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

í skrivstovuna, har ein bara slapp at stinga hövdið — ella
herðarnar — inn gjögnum eitt fýrkantað hol, og her »ført
inn« í ymsar bøkur. Tað, teir so skuldu keypa av
kramba-vörum, var eisini ført inn í bøkur og lagt inn í krambúðina,
sum var áföst við skrivstovuna. Áh, tann tíð, tann tíð, tað
tók at fáa tað, ein skuldi hava úr krambúðini! Har gelck
ikki tvey fyri eitt. »Kaffipengarnir« vóru lagdir í eina skufTu,
»sukurpengarnir« í eina aðra, »tubbakspengarnir« í eina triðju
o. s. fr., og tann, ið fyrst var »førdur inn« í bókina, hann
fekk fyrst, og í tímavís mátti so rúgvan av fólki ofta standa
og bíða uttanfyri diskin ella »skivuna« í einum rúmi, sum
ikki var meira enn 5 alin langt og lx/a alin breitt; nógv
máttu standa úti á trappuni, og fyri tey, ið hvórki fingu
pláss úti ella inni, var bygt eitt skúr, »slatrikovin«, inni í
garðinum niðri við »blokkastovuna«, eina við taki yvir og
beinkjum inni at sita á.

Kl. 12 fóru handilsharrarnir til dógverða, og so varð
handilin læstur. Ikki komu teir aftur fyrr enn kl. 2, og sum
oftast kl. 6 fóru teir heim; tá var alt stongt.

Hvussu alt hetta bygdafólkið, ið tá tyrptist í Havnini
um nýársleitið, fekk innivist, kann tykjast fólki nú á dógum
ófatiligt, og trongt var eisini hjá mongum. Húsini vóru fá og
smá, men »har sum hjartarúm er, har er eisini húsarúm«,
og óll vóru hýst, men summi hús kundu tá, tá ið
bygda-menninir komu at liggja veðurfastir, hava einar 20 til 30
gestir ísenn. Neyvan var tað nakar bygdamaður, ið ikki
hevði sítt vissa tilhaldshús, men tað var samsýnt av teimum
flestu, so tað munti. Bøndurnir sendu um heystið eitt tað
besta lambið, »tilhaldslamb« sum tey nevndu tað, og hvórja
ferð teir komu til Havnar, hövdu teir við sær kjöt, smór,
tálg, roð og annað, og tá ið turrur fiskur var avreiddur við
handilin, so bóru teir aftur við sær í tilhaldshúsið tað, sum
vrakað var.

Knípið var sum sagt um hetta bilið við tilhaldshúsunum;
men enn verri hevir verið, áðrenn handilin kom í Suðuroy
1836 og stutt eftir í Klaksvík og Vestmannahavn. Tá
máttu bygdamenninir byggja sær hús í Havn at liggja inni

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0415.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free