Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>
Below is the raw OCR text
from the above scanned image.
Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan.
Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!
This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.
í raki, við yvirvaxnum hári og skeggi og hondum læstun>
í, hondjarni varð Hanus leiddur gjögnum bygdina. Uppi á
Kákinum var steyrin reistur, hin dømdi varð úrlatin at
skinn-inum og rubbaður fastur at steyrinum við bakinum úteftir.
So steig böðilin fram,’ tók ein av teim 9 koyrlunum og
reiggjaði alt tað hann var mentur Hanusi trý dygg slög á
ryggin, ið litaðist korkareyður. So var koyrilin ikki longur
nóg hvassur og ein nýggjur kom ístaðin. Hanus Lukasson
stundi tungliga, táið sætti koyrilin sveið í tí blóðiga kjöti,
og tað var alt tað, hann skinklaði oman frá steyrinum,
táið-sjey og tjúgunda rípan ringdist um hansara uppskrædda
rygg og hann var loystur úr bondum.
So hevði nú Hanus Lukasson liðið revsing fyri sína
vati-lukku gerð hina augusti nátt í skrivarahúsunum »heima f
Kök«. Frægd hevði hann onga notið av henni, tí ikki ein
einasti markur var leivdur honum, men neyð og pínslir
og allar trongdir vóru tess meira fallnar í hansara lut.
Nær-um írý fjórðingsár hevði hann nú sitið innistongdur í hasum
hundaholinuth úti á Saðlingarhellu, har ein mátti krúpa av
steini á stein. Og nú skuldi hann skendaður og merktur
eins og eitt óreint djór rekast út í heimsins villu oyðimórk
millum ókunnugt fólk við ókunnugum tungumáli. Ája, ta
heystnáttina slapp hann væl at minnast leingi!
* *
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>