- Project Runeberg -  Lesibók /
431

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

>{b\

Orðtök.

1. Fót setur eingin fyri annan uttan fallkomin er sjálvur.

2. Eingin fer væl av tí, at annar fer illa.

3. Eingin kennir mein í annars beini.

4. Hoyr um annan, hygg um teg sjálvan.

5. Leys er annars kúgv á bási, ella: leys er kúgv á ann-

ars bási.

6. Rædd er hond í annars fati.

7. Gott er at svimja, tá ið annar heldur hóvdinum uppi.

8. At hava tað, ið annar á, tað man lukkast valla.

9. Hundar eta (reka) annans órindi.

10. Allir halda feita gás í annans garði, ella: allir ætla feita
súgv í annans búgvi.

11. Eingin skal annans bita eta.

12. Eingin stingur so annans barn í barm, at føturnir ikki

standa út.

13. Hann, ið spottar annan, spottast sjálvur.

14. Ámæli doyr ikki.

15. Ein armóð rættir aðrari hondina.

16. Vont man vera á annan at líta.

17. Eingin kann allar dyr at goyma.

18. Tað hanga ikki allir lyklar við eitt konubelti.

19. Tað býr ikki alt vit í einum hóvdi.

20. Hann, sum forsvarar alla sína ætt, fær ein skitnan rætt.

21. Allur bati bøtir.

22. Tungt er at leggja ást við hann, ið onga leggur ímóti.

23. Ást fjalir lýti.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0451.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free