- Project Runeberg -  Arbeiðið. Ognarleysu fylkist. 1. árg /
{6:4}

(1934)
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Keypið hjá teimum, ið
lýsa hjá okkum
ARBEIÐIÐ
Leygardagin 2 2. september 1934
Alt vinnandi fólk í Før-
oyum má halda
ARBEIÐIÐ
Friðarlondini vinna pening við
at selja morðvopn til
kríggslondini
Sveis og Noreg vinna blóðpening
(Fjarrit til
Úr Zúrich frættist: Schweiz
hevur í august tnánað sent í
vápn- og skjótievni til Bolivia
fyri 138.000 franc.
Úr Oslo frættist um somu
tíð: Noreg hevur í seinastu
2’/2 ár flutt av kríggsatnboð-
„Arbeiðið")
Keypmannahavn, 20.—9.—34.
um, morðvopn og skjótievni til
Bolivia fyri 4 milliónir norskar
krónur.
Úr Prag verður fjarritað, at
vápnaídnaðurin gongur fram-
eftir, og aksiurnar ganga upp
í stórum.
NORDPRESS
Eru fiskimenn ...
(Framhald frá I. síðu)
ar. Frá teimum fingu vit bæði
spritt, reyðvín og konjakk. —
Fransarnir fingu vatn ístaðin fyri
frá okkum. Ja, vit lótu so nógv
vatn umborð á Fransin, at vit
sjálvir vóru noyddir at fara inn at
hála vatnf Táið teir vóru komnir
umborð aftur frá Fransinum, var
ringt skil, og brøðrirnir vóru
ræðuliga ólátaðir.
Aftur ein Fransur
Motorurin gekk og vit stimaðu.
Men knappliga fær „reiðarin" eyga
á ein annan Frans, og vil sleppa
umborð til hansara, men tá segði
skiparin nei. Skipið hevði væl av
ferð, men reiðarin slapp niður í
bátin, loysti fangulínuna og fór
umborð á Fransin. — Skipið mátti
nú leggja stillt og bíða; men tað
vardi so leingi, til báturin kom
aftur, at tað mátti farast umborð
eftir „reiðaranum". Hetta sýnið, ið
var umborð á Fransinum, tá
fransaskiparin og „reiðarin" sótu
við breiðum borði við fløskum,
skulu vit ikki hefta okkum við,
men bert siga, at „reiðarin" varð
tikin umborð aftur til okkara. —
Ein annan dag galt vitjanin ein
Portugisara, alt í somu ørindum
— eftir brennivíni. — Lívið um-
borð var ótoluligt, tí bæði í rúm-
um sjógvi og undir landi, var
lívið hitt sama, illstøða, klandur
og blótan.
Tíðin nærkast, at vit skulu fara
heim. Manningin varðskógvar um
Svenskir metal-arbeiðarar krevja
betri arbeiðskor
(Fjarrit til „Arbeiðið")
Úr Gøteborg verður fjar-
ritað: Uravstemning um álitis-
menn til lønarstevnunna inn-
fyri metal-arbeiðarafeløgini, ha-
Keypmannahavn, 20.—9.—34.
va givið 1700 atkvøður til á-
ræsnisflokkin og hava teir fin-
gið allar álitismenninar valdar.
NORDPRESS
Skipaverksarbeiðarar samtykkja at styðja
teir streikandi hjá Burmeister og Wain
(Fjarrit til „Arbeiðið")
1000 skipaverksarbeiðarar
hava á aðalfundi samtykt, fram-
vegis at styðja teir 300 klink-
Keypmannahavn, 20.—9.—34.
ararnar ið streika hjá Burmei-
ster & Wain, við peningalig-
ari hjálp. NORDPRESS
tað, men spurt var tó um teir ikki
vildú steðga einar 2 dagar útyvir
úm tað skuldi verið nógv at fiska.
Hetta høvdu vit ein^i ímóti. Vit
fingu eitt sindur av fiski, men
einki at kalla fiskarí.
Nú skal farast heim
Hin 19. august satndust vit allir
um, at nú skuldi farast heim, tí
tá ið eingin fiskur hevði fingist í
bestu fiskitíð, so var tað vónleyst
nú tíðin var so nógv útliðið. Eftir
ordrum frá teim ráðandi, svav øll
manningin um náttina — og skip-
arin hevði vakt. Út var purrað um
morgunin. Allir tørnaðu út, men
fóru ikki til snøri. Allir vóru til
reiðar at gera alt skipaarbeiði, men
ikki at fara til snøri. Skiparin
spurdi so hvønn einstakan, um
teir ikki fóru at kasta, men svarað
var n e i. So fóru tá til endan yvir-
menninir og ein av manningini til
snøri. Teir stóðu allan dagin, men
fingu bert 500 tandir, tað líktist
ikki fiski, verri enn so.
Skipini sigla allar vegir
Hini skipini, ið vit sóu, sigldi
allar vegir, so tey fingu heldur
ikki fisk. Tá ið teir, ið fiskaðu,
høvdu „gjørt reint", tørnaðu teir
allir inn. T. v. s. 3 fóru í koyggjuna
og ein sovnaði á beinkin. Skipið
lá soleiðis uttan „kommando" hesa
tíðina. Dagin eftir fóru teir aftur
at fiska, men teir fingu ongan fisk.
Nú sóust skipini at sigla inn eftir,
og tað var einki at ivast í, at tey
ætlaðu sær heim, Ein lítil orða-
dráttur kom ímillum ein av mann-
ingini og flaggskiparin um heim-
faringstíðina, ið var lovað mann-
ingini. EnrJin var so kortini tann,
at tað var farið heim.
Friður og semja
Á heimleiðini tyktist alt at vera
av tí besta, bæði hvat semju og
øðrum viðvíkur. 011 manningin
røkti sítt starv sum sjómenn til
lítar. Heldur ikki fall øðugt orð á
heimferðini.
Peningur „settur fastur"
Komnir til Føroyar býttu vit frá
okkara part. Peningur verður sen-
dur til F. F. (Føroya Fiskimanna-
felags) skrivara. Tá ið spurt verð-
ur um nær peningurin er klárur
verður svarað, at peningurin er
„settur fastur" (beslaglagdur) og
at vit skuldu møta hjá Christen-
sen sakførara.
Á sakførara kantórinum
Hjá Christensen var so førdur
vitnisburður — men hann var ov
lítið umfatandi, tí tað tyktist sum
at alt miðaði ímóti at fáa so nógv
skyld yvir á manningina, sum
møguligt fyri at fiskaríið hevði
gingist so illa, og tí at sýtt var
at fiska aftaná hin 20. august. At
yvirmenninir á skipinum førdu eitt
slíkt beistalevnað undir fiskarínum
at tað altíð vóru ring líkindi at fáa
nakran fisk, tyktist at vera undir-
ordnað. Heldur ikki var her talað
um, at tað hevði nakran týdning
í sakini, at grønlandskvinnur gistu
umborð, og at yvirmenn ferðaðust
umborð á Fransum og Portugis-
arum eftir brennivíni, og at teir
avreiddu so nógv vatn úti í rúm-
um sjógv, at vit sjálvir noyddist
at hála vatn. Tað einasta, ið har
tyktist at hava nakað uppá seg,
var, at manningin hevði hildið uppá
sín rætt — og tað var hetta, vit
skuldu straffast fyri.
„Guiding star" er gamalt skip
Allir rættir sjómenn vilja ásanna,
at tað var eitt rímuligt krav frá
manningini á „Quiding Star" at
krevja heimferð 20. august. Skipið
er lítið, tað er gamalt og evnini
eftir aldrinum. Ódnarveður og ísur
er ringt at verja seg fyri, tá ið
útliðið er og næturnar eru svartar.
Tað var meira enn vágisligt at
leggja seg har uppi við hesum
lítla, gamla skipi. Ja, tað er nóg
vágisligt at fara til Orønlands við
einum slíkum fari.
Sigur loggbókin tað sama, sum
her er sagt, so er hon á góðari
leið (tí so er eingin missvísingur).
Sakarmdl um okkara pening
Nú stendur sak um hetta mál.
Og eitt er avgjørt: Fiskimenn
tntigu ikki lata soleiðis um seg
ganga, og ikki bert krevja sín pen-
ing goldnan, men endurgjald og
skaðabót fyri ta mannminkan, ið
vit eru lagdir undir.
Hvat ið kann sigast um ein og
annan sjómann, tá ið hann liggur
uppi á landi, er ein sak fyri seg,
men úti á sjónum roynist sjómað-
urin í roynd og verki og tað er
her tað umræður: tl har er tað
lívið um at gera.
Tórshavn, 20. septbr. 1934.
Sigurd Je/isen. Niclas Ellendersen.
Stjórnað av eini nevnd. — Ábyrgdarmaður; Ingv. Jacobsen. — Prentsmiðja Tingakross.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 9 02:52:49 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/arbeidid/0024.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free