- Project Runeberg -  Lesibók /
264

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

»Hoyr tað, reystur Einar

ungi,

eg skal fylgja tær.«

91.

ílint gekk av borgini út
eina morgunstund,
ígjögnum fagran Brúndal
aftur á Leygarsund.

92.

Tað er frúgvin Ingibjörg,
hon smílist undir lín:

»Eg vildi til givið, Einar

ungi,

at tú hevði verið mín!«

93.

Tað var frúgvin Ingibjörg,
hon mælir so fyri sær:
»Eg vildi til givið, Einar

ungi,

at tú hevði verið hjá mær!«

94.

Tá svaraði Einar ungi,
tað loynir ikki mín tunga:
»Eg kann ikki gera tað;
frættir tað Kristin unga.«

95.

Tá svaraði Einar ungi,
frúnni illa tókti:

»Eg kann ikki gera tað;
frættir tað kongsins dóttir.«

96.

Einar geklt av borgini út,
hann ræð so frúnni takka;
gjögnum fagran Brúndal
aftur á Ferjubakka.

97.

Vundu teir npp síni silkisegl
við so nýtum orðum,

strikaðu ei á bunka niður
fyrr enn við Trándheim

norður.

98.

Lótu síni akker falla
á tann hvíta sand;
fyrstur stígur Einar ungi
sínum fótum á land.

99. •

Fyrstur stígur Einar ungi
I sínum fótum á land,
og hann reysturílint sterki
| upp undir hans høgru hond.

100.

Og hann reystur ílint sterki
upp undir hans høgru hond;
tá koni kongur í Noregi
ríðandi omaii til strond.

101.

Kongur so til orða tekur
alt fyri utan ekka:
»Gangið tit til hallar heim
tannbrúna mjöð at drekka!«

102.

Drekka teir í Trándheimi
á so manga lund,
drukku mjöð og kláran vín,
so glaðir á hvörji stund.

103.

Drekka teir í Trándheimi
bæði uti og inni,
drukku mjöð og kláran vín,
so glaðir á hvörjum sinni.

104.

Risin kemur av helli út,
sum gitið man vera leingi:
»Eg skal ineg á Trándheim
suður

atspekjakongsinsdreingir.*

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0280.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free