- Project Runeberg -  Arbeiðið. Ognarleysu fylkist. 1. árg /
{2:1}

(1934)
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - ARBEIÐIÐ Nr. 1. 14. juli 1934 - ARBEIÐIÐ Nr. 2. 28. juli 1934 - Múlaband - Ólavsøka - Rúsdrekka og arbeiðsfólkið - Heftir og óheftir - Løgtingið

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has been proofread at least once. (diff) (history)
Denna sida har korrekturlästs minst en gång. (skillnad) (historik)


ARBEIÐIÐ<bOGNARLEYSU FYLKIST
ARBEIÐIÐ

OGNARLEYSU FYLKIST
        Nr. 2.                                Leygardagin 28. juli 1934                                1. árg.        

Múlaband

—o—


Av teim ymisku ríkisstýrum í
Danmark, hevur tað øll tey
seinastu árini verið roynt at sett
Føroyingum mark fyri, hvat teir mtigu
meina og krevja. — Soleiðis
hevur lagið verið frá teirri síðuni,
líka frá „det store Stykke
Statsgæld“s tíð og til og við tí
beryktaða „finansplaninum“.

Hitt føroyska fólkið hevur frá
teim ráðandi í Danmark — frá
Neergaard, Moltke, greiva
og Stauningi — fingið
beskeð um at „Grundloven og
Rigssproget skal være fælles.“

Eini harðræðis boðini fýri og
og onnur eftir, so hevur lagið
verið. Føroyingar hava tó ikki í
frið og náðum tikið til takka við
hesum harraboðum, men hava
hildið síni krøv fram um, at verja
okkara fiskigrunnir móti
fremmandum ránsmonnum, at geva
Føroyingum fullan fiskiveiðurætt við
Grønland, við skipúm og
bátum, bæði inni við land og úti á
víðum havi, at fáa føroyingum
tørviligan studning til at útbúgva
okkara fiskiflota av nýggjum, at fáa
havnaviðurskiftini bøtt og fáa
vegasambandið í betri lag, betri líkindi
fyri uppdyrking
o. m. a. —

Í 1931 legði tað núsitandi stýrið
í Danmark øll okkara krøv fyri
ýla, við „finans“-„planinum“. —

Hvørja ferð, ið nakað var sent
ríkisstýrinum til frama fyri hitt
føroyska samfelagið, so varð
svarið: „Lagtinget behandler en
Plan“. Tað er ein heilt stórur
dungi av umsóknum, ið hesi
seinasti árini hava fingið hetta
„stemplið" og eru beittar heim aftur til
Føroya. —

Í 3 ár togaðust løgting og
ríkisstýri um henda vanlukku „plan“.
— Men Stauning, stnn er gamal
og snúgvin, fann nú uppá at .bjóða“
6 løgtingsmonntim til
„forhandling“. Løgtingsmenn hava nú
verið og „forhandlað“ og
undirskrivað eina semju við stýrisharrarnar
í Danmark, ein semja, sum skal
vera bindandi í fimm ár!

Fyri 200,000 kr. um árið í fimm
ár er hitt samlaða føroyska fólkið,
frá tí fátæka fiskaranum og
arbeiðsmanninum og til
ognarmannin, múlabundið í sama tíðarskeið
— múlabundið fyri lúsutar 200,000
kr. um árið í fimm ár.

„Neýðara landsmenn, hvat hava
tit gjørt . . . . . !“

Ólavsøka
Ólavsøka

Ólavsøkan verður hildin til
minnis um fall Ólavs kongs á
Stiklastøðum 29. juli 1030.
Føroyingar hava allar tíðir minnst henda
dag við at koma saman í
Tórshavn 29. juli á hvørjum ári. At
hetta er ein góður siður, vilja øll
vera á einum máli um, og tað
talar til okkara sóma, at vit
soleiðis hava dugað at gjørt
Ólavsøkuna til eina fólkasamkomu,
ið á hvørjum sinni ber boð um,
at vit Føroyingar sum serlig tjóð
eiga at standa saman og røkja
okkara felags starv í samkenslu
hvør við annan.

Henda hugsan, at Olavsøkan
skal hjálpa okkum til at sanna,
at vit í semju kunnti ávirka
munagóð verk, sum annars kundi sýnst
ovmikið stór fyri eitt so lítið og
fáment fólk sum tað føroyska —
henda hugsan gevur hátíðini tann
rætta dámin, og her er ein
grundvøllur, sum vit trygt ktinnu
byggja á eisini í teirri komandi
tíð.

— ——

Skaldið kvøður:

Ólavsøka, gamla fragdartíð!
Føroya garpar stevna
fróir, um teir evna,
til at halda gleim í Havnarbý.


Av og á hevur verið hildið
fram, at tað neyvan er beint, at
Ólavsøkan einans verður heirað í
Tórshavn, av tí at hon jú umfatat
allar Føroyar; tað verður her
meint, at hátíðin skuldi verið hildin
í ølltim oyggjunum. — Henda
uppfatan er nú skeiv, og tað er
at vóna, at tey gerast færri og
færri, ið gera seg til talsmann fyri
hana. Júst harvið, at Føroyingar
allar staðir frá koma saman
fyri at halda Ólavsøku á einum
plássi, fær hon tað virði, ið henni
tilkemur, tað nevnliga, at hon
skal læra okkum at standa
saman — til gaman
og
álvara.

— — —

Nú hava vit aftur Olavsøku, og
høvuðstaðurin verður vitjaður av
gestum úr øllum bygdum. Tað
eru ikki bert ung fólk, ið hittast
á gøtunum og tosa saman um
viðurskiftini — her hittast gamlir
menn og gamlar kvinnur, og tað
er mangan rørandi at hoyra tey
gomlu fríska upp hendingar í
svunnum árum, og so tala tey
um alt tað, ið umskipað er í
nýggjari tíð — ja, mangt skipast
um á mannsins ævi. „Tíðin
rennur sum streymur í á . . . . . “, men
tey góðu gomlu minnini skulu
goymast og heiðrast ættarlið
aftan á ættatiið — „latið ei søguna
doyggja, men goymið hana so
væl í dreingja sinni og moyggja
hon mikið útrætta skal.“

Rúsdrekka og
arbeiðsfólkið

—o—


Hví stovnaðu hugaðir menn
hitt fyrsta avhaldsfelagið í
Føroyum? — Fyri at bjarga tí føroysku
mannaættini undan tí stóra
samfelagsfígginda „Kong Alkohol“,
ið hetjar á stór og smá, høg og
lág.

Hví stovnaðust við tíðini fleiri
feløg við sama endamáli? — Tí
tað galt um at organisera ein
felags verndarmúr móti
spritt-kapitalinum.

Hví mega øll hugsandi fólk og
serstakliga hitt arbeiðandi fólki,
taka lut í arbeiðinum? — Tí
rúsdrekka niðurbrýtur mannasálina,
oyðileggur heimini, og løstar
soleiðis alt samfelagið. Fyri hitt
arbeiðandi fólkið, ið strevið hevur
við at vinna sær tað, ið krevst til
lívið, er tað ein brotsgerð at sleppa
rúsdrekkanum, spritt-kapitalinum,
menniskjafíggindanum inn í heimið,
ella søkja samband við sín
fíggjanda uttandurða. — Eigur heim
teirra arbeiðandi einki annað enn
strev og fátækdømi, so syrg fyri,
at friðurin kann verða heima. —

Tí verði tað sagt, til
arbeiðarafólkið og øll hugsandi fólk: Vitjið
inn á bazarin hjá „Havnar
avhaldsfelag“ um ólavsøkuna og takið
soleiðis lut í stríðnum móti spritt-
og øikapitalinum!

Heftir og
óheftir

—o—


Tveir løgtingsmenn, ið hava
undirskrivað semjuna við
danastýrið, breggja sær av at hava
skrivað undir óheftir. Tað
forvitnisliga er, at teir hava heft seg við
at skriva undir semjuna um
„planin“, líka heftir, sum hinir
løgtingsmenninir saman við teim donsku
kantórmonnunum, ið
representeraðu Stauning og Zahle og onkran
annan.

„Borðið brennir“, verður sagt í
kortspæli, og tað er ivaleyst at
nakað av tí sama kann sigast her.
— Tí, tað er ikki fyrrenn aftaná
at „dokumentið“ er liðugt og
undirskrivað, at hesir menn munu
hava hildið seg gjørt ørvitisverk,
at teir taka „forbehold“ —
aftaná!

Heftir eru teir allir seks. Heftur
er hvør einasti ein av teimum.
Óheftir eru einans hinir limir
løgtingsinsins, ið ikki vóru við í
ferðalagnum.

Løgtingið

—o—


Mánadagin vil løgtingið verða
sett, tó kreftir hava verið frammi,
ið vilja hava havt løgtingið
upployst vegna finansplánin. Tær
kreftir, ið hava verið frammi, og
sum hava viljað upployst okkara
løgting, eru nú endaðar í einum
nýggjum politiskum flokki, ið
nevnir seg vinnuflokkurin;
aftanfyri henda flokk standa óivað
stórir reiðarar og keypmenn.

Hesin flokkur — vinnuflokkurin
— hevur útsent eitt blað, hvar
teir krevja, at fiskararnir, ið nú
eru burtur, skulu fáa loyvi at
úttala seg um finansplánin, áðrenn
løgtingið viðtekur hann.

Fiskararnir kunnu siga sína
meining um finansplánin við
einum løgtingsvali, men tað var jú
tað, ið teir gjørdu við síðsta
løgtingsval, fjøldin av føroyskum
fiskimonnum vildi ongan
finansplán hava fyri Føroyar; teir valdu
inn á ting ein flokk við
avgjørdum meiriluta, ein flokk sum als
ikki vildi vita av nøkrum
finansplani; hesin flokkur hevur nú
svíkt sínar veljarar við, at teirra
flokksformaður saman við
tveimum øðrum flokksmonnum hava
undirskrivað finansplánin.

Um nú nýtt løgtingsval skuldi
verið uppá finansplánin, so veit
jú eingin úrslitið, men óivað vildi
sambandið fingið meginpartin av
stemmunum og harvið
meginpartin av løgtingsmonnum;
vinnufelagið er nýtt, og eingin veit
hvørjar menn, teir vildu stilla upp,

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 9 02:52:49 2023 (aronsson) (diff) (history) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/arbeidid/0005.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free