Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>
Below is the raw OCR text
from the above scanned image.
Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan.
Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!
This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.
VARBETÐIÐ
OGNARLEYSU FYLKIST
Nr. 5.
Leygardagin 8. september 1934
1. árg.
Fiskimenn —
arbeiðsmenn:
Verji rætt tykkara!
—o —
Tað var nú kvørki so av huga
ella av góðum vilja at føroyskir
fiskimenn lótu við seg koma, at
lógin av 28. februar 1927 um
„Mægling i Arbejdsstridigheder",
var sett í gildi fyri Føroyar í sín-
ari tíð. Og at bæði fiskimenn og
arbeiðsmenn høvdu ein ótta avat
henda lógin bert kundi koma at
vera til frama fyri annan partin,
nemliga hin arbeiðsgev-
a n d i f I o k k i n, æntin tað nú
vóru reiðarar ella keypmenn, tað
framgekk týðuliga á hvørjum fundi,
ið fiskimenn og arbeiðsmenn hildu
um hesa lóg. Eisini var hetta dúg-
liga undirstrikað av útsendingum
úr teim ymisku feløgum, tá ið teir
valdu nevndarlimir í nevndina, ið
skuidi velja tann í lógini nevnda
forlíksmann.
Tað var serliga fráarbeiðsmanna-
felagnum í Havn framhildið, at
beinast var ongan mann at velja
— og soleiðis sleppa undan at
vera beinleiðis partnari í skaðan-
um. Men so samdist partarnir til
endan at royna at velja ein mann
út frá tí sjónarmiði, at tað ikki
kundi ve’rða verri enn illt. — Tað
framgekk týðuliga at teir væntaðu
einki gott.
Tær ferðir, ið forlíksmaðurin
hevur komið upp í forhandlingar,
ið verið hava um lønviðurskiftini
vísa nógv týðuligari enn alt ann-
að, at tann óttin, ið hin arbeið-
andi parturin, bæði á sjógv og
landi, hevði, var væl grundaður.
— Og ikki er tað heldur sørt, at
henda lógin hevur verið nýtt til
at seta ein kíla inn millum fiski-
menn og arbeiðsmenn. Og so
mikið er nú komið í Ijós av hes-
ari lóg um „Mægling", at hon við
avstemming í fiskimannafeløgum
og arbeiðsmannafeløgum í dag,
hevði fallið við glans. —
Tað er gjøgnum hesi farni ár-
ini prógvað, at lógin hevur
verið meiri til skaða enn til gagn
fyri hitt arbeiðandi fólkið.
Hin scialdemokratiska regering-
in í Danmark var í fjør so „hepp-
in", við lóg at taka tann rætt, ið
arbeiðarafeløgini høvdu til sjálvi
at avgera, hvussu tey skipaðu
síni egnu viðurskifti viðvíkjandi
lønspurningum. Teirgjøgnumførd-
u í bráskundi eina lóg, sum teir
kallaðu „OverenskomstforIængel-
se", og summi hava kallað hesa
lóg fyri forboð móti „lockout" —
men fyri organiseraðar arbeiðarar
og fiskimenn týður lógin einki
minni enn forboð móti
streiku. Stutt sagt: Lógin tók
tað einasta vápn frá tí arbeiðandi
fólkinum, vápnið ið skuldi verða
stuðulin, ið stimbrað skuldi tey
rættferdigu krøv, ið hitt arbeið-
andi fólkið ber fram. S t r e i k u-
rætturin varrændur frá
tí arbeiðandi fólkinum.
I Føroyum varð í teimum døg-
unum eisini tingað millum skipar-
ar og reiðarar um lønir. Men bá’ð-
ir partar høvdu at fara heim aftur
vegna lógina um verkfall
(Soleiðis greiddi lýsing í bløðun-
um frá.)
Millum allar skilamenn millum
fiskarar og arbeiðsmenn var hetta
hildið at vera ein ógerð, ið gjørd
var móti organisasjónum, tí á
henda hátt vildi hitt arbeiðandi
fólkið kunna gerast meira rætts-
leyst enn tað var frammanundan.
lkki áleina tað, men eisini arbeiðs-
mannafeløgini og fiskimannafeløg-
ini missa uppá henda máta sítt
„eksistensberettigelse". Henda lóg
var einki minni enn eitt grundskot
móti allari arbeið*organisasjón.
Tað Ijóðaði tí eisini manga staðni
her í Føroyum : at nú eru arbeiðs-
mannafeløg „yvirflødig". — Hetta
seinasta er ikki rætt, tí so leingi
tað er Hv er eisini vón, og við
føstum samanhaldi millum alt ar-
beiðandi fólk á sjógv og landi,
kann alt ikki bert vinnast aftur,
men eisini undirbyggjast og vera
ávirkandi til at vinna tí arbeiðandi
fólki á sjógv og landi ta makt og
ræði, ið er teirra í samfelagn-
um.
Tey flestu høvdu tó væntað, at
streikuforboðið fór at fáa ein brá-
Móti krígnum
..¦.&#***.
Henri Barbussu.
Mótmælu-nevndin móti kríggj
og fasismu, hevur arbeitt dúgliga,
bæði við at hildið fundir og fyri-
lestrar viða hvar um heimin. Eis-
ini hava teir sent skriftir, harðliga
mótmæla kríggsørskapinum.
Sum eitt høvuðslið í arbeiðin-
um móti krígnum er fyri stuttum
síðani, hildin stór kvinnukongress
í París. Eisini er hildin stór ar-
beiðara-ídráttarstevnum í Franka-
ríki. Alt undir loysunar orðunum:
m ó t i k r í g g j o g f a s i s m u.
Sálin í hesum arbeiði er kendi
socialisturin, skaldið, H e n r i B a r-
b u s s u, ið er formaður í nevnd-
ini móti kríggj og fasismu. Tað
er eisini Henri Barbusse fyri at
takka, atLeon Blums social-
demokratiski flokkur er gingin
saman við hin kommunistiska ar-
beiðaraflokkin undir felags loys-
unarorðunum : m ó t i k r í g g j
o g f a s i s m u.
Krevjið Thálmann og
allar aðrar antifasistar
leysgivnar!
an enda, men so var ikki. Tí, so
skjótt ið tilbar hevur hetta sama
stýrið fingið í lag eina aðra lóg,
ið lítið gav hini fyrru eftir, hvat
ið viðvíkir at taka rættin frá ar-
beiðsfólkinnm at verja og hevja
sín rætt.
Tað er í ár sett í gildi ein
nýggj lógum „Mægling i Arbejds-
stridigheder", ið er samtykt av
kongi 18. jan. 1934.
GRØNLAND
—o—
U. S. A. hevur útsendingar uppi
í Grønlandi. Til hvat ?
Flúgvumaskinurnar ferðast aftur
og fram um Atlantshavið, og seta
seg niður í Grønlandi. Til hvat ?
Eingilskir flúgvarar og við ein-
um donskum marinu-flúgvara í
ferðalagi fara til Grøhlands. Til
hvat?
Ja, soleiðis hevur sæð út og
soleiðis sær út enn. Hvat allan
henda Grønlandsflúgvingin kann
koma at føra við sær, er væl dult
fyri okkum enn. Men nógv talar
fyri, at hetta er handilsflogferðir.
Hvat fyri handil er ikki komið út
enn. Okkum skuldi tað ikki undra
um tað verður slavihandil, tí tað
eru teir somu, ið ráða í Danmark
í dag, sum seldu tær donsku vest-
india-oyggjarnar.
Henda lóg er nú komin í løg-
tingið. Ætlanin er óivað at geva
henni so góða "umvøling," at teir
føroysku regeringsflokkarnir kunna
styðja hana fram til tað, ið eisini
henda lóg miðar ímóti: at gera
arbeiðsorganisasýónirnarrættleysar.
„Arbeiðið" er somikið Iítið blað
enn, at tað gerst ikki at gjøgnum-
ganga alla lógini so væl punkt
fyri punkt, sum tað átti at verið
gjørt, í hesum nr. — Men vit
skulu gera tað í næstum, tí tað
er ein høvuðsuppgáva hjá hesum
blaði at bera tað fram, ið er til
frama fyri arbeiðarafólkið og at
siga frá, tá ið hitt arbeiðandi fólki
er úti fyri atsókn frá teim ráðandi
í samfelagnum.
Fiskimenn og arbeiðsmenn
mugu gera seg kunnigar við,
hvussu vit vera haggreiddir sum
organiserað fólk — og at vit her
allir standa samdir og verja okk-
ara rætt og berja okkum frameftir
til fullan samfelagsrætt.
Hvorfor gaa over Aaen efter Vand
— hvorfor bruge udenlandske Sæ-
ber, naar De kan faa færøske, som
er bedre og billigere, fra Fabriken
.OKKARA"
.
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>