- Project Runeberg -  Búnaðarbløð / 1. Árgang. 1903 /
3

(1903-1904)
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Ein ferðandi ráðgevara treingja vit nógv til nú,
og tess meir, jú meir verður upptikið av nýggjum í
jarðabrúkinum.

Eg nevni hesu fyrst, tí hetta kann gjøgnumførast
heilt av tí almenna. Málið um royndarbrúk og
bún-aðarskúla hevur verið havt á lofti ofta fyrr. Fyrstu
ferð var í 1882, og varð tað tá kallað »forsøgs- og
mønsterbrug«. 1884 bleiv frá tinginum eftir uppskoti
frá J. Dalsgaard úr Skálavík sent bræv til ministeriið
uni at fáa í lag í Førjuni »forsøgs- og inønstergaard
og aarlig bevilling til gaardens drift.«

Hvar henda innstillingin bleiv av og hvat bleiv
gjørt við liana, er ikki gott at vita; Føringar notu
einki gagn av henni, tað vita vit.

1889 kom bønarbræv frá J. Patursson í Kirkjubø
til tingið um at fáa frá ríkiskassanum 500 kr. árliga
í 10 ár til at fortseta taer royndir, suni faðir hans
hevði byrjað. Tingið svaraði noktandi.

1892 legði tingmadur J. H. Schrøter framm fyri
tingið uppskot um at fáa í lag »forsøgs- og
mønster-brug« í Kirkjubø. Saman við uppskotinum bleiv
av festarinum J. Patursson framløgd ein plan yvir tað
arbeiði, sum ætlan var at seta í verk við hesum, og
sæst liarav, at ætlan var at dríva garðin upp til
mynstirbrúk fyri landið, bæði í jarðarøkt og í neyta-,
rossa- og seyðarøkt, og hartil at taka næmingar, upp
til 8 á hvørjum ári, sum kundu gera sær til góðar
alt, sum bar bleiv gjørt á garðinum og liartil fáa
bókliga’n kunnugleika.

Tingið samsintist í at biða iandaráðið um at veita
1500 kr. árJiga í 6 ár til eitt slíkt brúk, og at veita
studning til næmingarnar, íð skuldu vera á garðinum
í 2 ár, 50 kr. fyrra ár og 80 tað seinra.

Bíkisstýrið bífall hesa sak, og royndarbrúk við
búnaðarskúla bleiv sett í verk í Kirkjubø. Við tað
at tingið ikki vildi, at studningurin til brúkið í
Kirkjubø skuldu standa við út yvir tað eina ferð fyrst
fyrisetta áramálið, 6 ár, og J. Patursson av egnum
peningi ikki kundi dríva egið royndarbrúk og skúla,
er ikki komið so nógv burtur úr, tí eftir 6 árum
kunnu ikki nógvar royndir vera fullførdar og
fast-slidnar sum góðar.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 9 16:53:09 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/bunadarbl/1903/0005.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free