Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>
Below is the raw OCR text
from the above scanned image.
Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan.
Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!
This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.
Tó bleiv hesa stuttu tíð gjørt nógv. Bøurin bleiv
ruddaður og deils avveittir við veitum undir heilum,
so hann var tjenligur til maskindrift.
Har bleiv sýnt Føringum, at tað mesta
jarða-arbeiði, pløing, saksing, sáing, uppfoyring o. m. a.
kundi gerast við rossakraft. Har bleiv sýnt, at
inn-heysting líkaleiðis kann gerast við rossum og
maski-num; treski- og tíningarløg komu eisini til brúks og
fleiri aðrar maskinur. Hartil vatnkr afti n.
Av royndarbrúkinum í Kirkjubø fingu Føringar
eyguni upp fyri eini tíðsháttarligari smørviðgerð,
so-leiðis sum nevnt aðra staðnis í blaðnum.
At tað í eina so stutta tíð ikki kunđi gerast mikið
við aðrar royndir sum fóðring, urtaaling, t.øðing o. a. s.,
tá so nógv lá fyri, sum ein roynd, at sýna, at alt
Føroya jarðabrúk, frá at drívast bara við handamakt,
kundi ganga yvir til at drívast við kunnskapi og
og djóra- og uatúrkraft, er sjálvsagt, og tá vit so vita,
at tað var einans maður aleina, sum skuldi hava við
alt at gera, so krevja vit enn minni, men tó hava vit
úr Kirkjubø lært mangt og hvat, bæði um urtaaling
og fóðring av krýatúrinum.
Lærisveinar eru eisini upplærdir í Kirkjubø, og
eru fleiri komnir tí føroyska jarðabrúkinum til gagn.
1899 stødgaði studningurin til brúkið í Kirkjubø.
1900 kom bønarbræv frá J. Patursson og M.
Winther-Lützen um aftur at seta á føtur skúla í
Kirkjubø.
í 1901 og 1902 bleiv í báðuin árinum frá hesum
somu monnum framlagt uppskot um royndarbrúk og
skúla. 1902 gjørdi tingið enda á málinum, tað bleiv
tagt burtur.
Nú standa vit aftur sum í 1882, við ongum. Tá
vóru kraviui so smá frá fólkinum, at tað kundi byrjast
í smáum og ganga framm sum Førja jarðabrúk gekk
framm.
Nú eru jarðabrúksins viðurskiftir mikið umskapaði,
ringt fyri arbeidskraft, livimátin umskaptur og
jarða-brúkið nakað framkomið, og eru tí kravini, sum vera
sett, væl størri. Eitt royndarbriík við skúla krevir
tí nú nógvan pening og góðar kreftir, fyri at gera
íulla nyttu.
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>