Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>
Below is the raw OCR text
from the above scanned image.
Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan.
Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!
This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.
Inspektør Feilberg, sum var her uppi nakað síðan,
segði frá, at hann brúkti at ríva upp mosajørðina við
eini góðari knívsaksu og breiða tøð ovan á, tað skulđi
geva nógv gras.
At breiða »undir gras« er gott áður jørðin er
blivin forn; har sum tæri fæst, er han frálíkur, helst
til djúpa jørð. Grunn jørð skal breiðast seint um
várifl tá grasrótin fer at spretta.
í fjør kom í handilin tøð av tvøsti og beinum
frá Virkihúsinum hjá Grøn á Gjánoyri. Hesu tøðini
eru enn ikki roynd í Førjum, men í útlandi er liettar
slagið nógv brukt og sigist at vera góð tøð. At,
breiða slík tøð undir gras er best at gera um heystið,
tí tey upploysast seint, men virka leingi.
Senkutøð, (øska, gólvsóp, fiskaskræll, eplaflus,
uppvaskivatn o. m. a. s.) eru góð tøð undir gras, men
má tá bøurin reinskast væl aftaná.
At velta liavra gevur nógv fóður og gótt fóður.
Havri hevur langa vøkstirtíð og stadnast tí illa hjá
okkum, ínen at sláa niður grønur og brúka beinan
vegin ella at turka, er hann frálíkur. Sama vídd gevur
upp til 2 ferðir so mikið í vegt av havra sum av
grasi. Tað er tí tilráðiligt at velta nógvan havra til
fóður, bæði fyri fóður ta8 árið og fyri jørðina seinri,
tí tað ber væl til at velta havran úr fornari jørð,
men tá er ikki til at spara tøðini. Veltingarmátin
kann vera sum fyri korn. Havri kann eisini væl
sáast í eplaveltuna frá í fjør, so fæst nøkur nytta av
hesum stykkinum, sum annars liggur fyri ongum, og
er havrin ikki ov tjukkur, so grasast stykkið nakað
aftur. Beinan vegin at sáa græsfræ í tað sum
epla-velta var í fjør er eisini gott og loysir seg botur enn
at lata stykkið svarast aftur av natúrini.
Áður bleiv nevnt kornvelting fyri at fáa meir
gras meir fóður, at eisini holmur av føroyskum korni
kann brúkast til fóður og er gott fóður, er eygvitað, men
má hann tá helst turkast væl antin úti ella inni í
opnahjalli.
Mef^an t.alan var um at breiða undir gras bleiv
ikki nevnt land, suni tó er hitt týdningarmiklasta
evni, vit nú hava at ráða yvir av slíkum, tí rokna
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>