- Project Runeberg -  Búnaðarbløð / 1. Árgang. 1903 /
7

(1903-1904)
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

vit, at hvør kúgv gevur 2000 pt. av landi, so røkkur
hettar til at tøða 800 kúfóður av bønum í Førjum.

Vit hava ikki nevnt eina fóðururt sum hevur eitt
hitt størsta virði í útlandinum, men sum enn einki
land hevur vunnið hjá okkum. Tað er fóðurrøtur!

Turnips, kaalrabi og gularøtur veksa væl í Førjum;
eftir teim royndum sum gjørdar eru, kann ársikkur
frukt fáast av rótum, og líka nógv í rúgvi og virði
á somu vídd, sum teir kunnu fáa nakra aðra staðnis,
í útiandinum.

Yið tað, at rótavelting er lítift kend hjá okkum,
skal eg her geva eitt, lítið yvurlit.

Moldjørft ella moldsandjørð er tann besta til røtur;
jørðin má vera moyr og løtt at, arbeiða og er tí best
at velta røtur aftauá korn.

Tað má tøftast væl til røtur og lielst við gomlum
væl bruknaðum mikjutøðum; tæri er góður í bland,
helst har jørðin er vátlig.

Velt, ella betri pløg’, jørðina, tú ætlar til røtur,
djúpt um lieystið, lat hana liggja til várið, saksahana
fína ovaná, so illgrasið kann spíra betur, lat hana
liggja nakað til korn og eplaveltingin er liðug, saksa
hana so væl og đjúpt og so fínt sum tilber, legg so
hesa leysu, fínt saksaðu jørflina upp í beinar ryggir
við plógvi ella haka, gófla alin millum hvørja foyru,
breið tøð í foyruna, so uógv sum tú heldur teg hava
ráð til, rótin kann takað mót nógvari tøðu og trívist,
væl við tað. Klúgv ryggin og legg moldina yvir tøðini,
soleiðis, at ryggur verður har, sum foyra var fyrr,
slætta ryggin við eini kláru ella betri við einari ruliu
(tromlu).

Rist eina grunna foyru við einum rívuskafti, ellá
tílíkt, í tann slætt.aða ryggin, sáa í hesa foyrina og
slættu út yvir, so at fræið kemur l/4—undir
yvir-fJatan, sáa ikki uttan í regni ella uppundir regn.
At sáa tjukt er altíð best.

Fræið spírar skjótt, mon verður tað ov turt, so
gongur heldur trekari.

Tá tær smáu urtirnar eru 2 tummar høgar, skal
takast burtur ímillum. Til hettar er best at hava
eitt smalt hyppujarn, torvskeragrev er passaligt. Lúka
fyrst alt illgrasið millum ryggirnar burtur, tak so við

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 9 16:53:09 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/bunadarbl/1903/0009.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free