- Project Runeberg -  Búnaðarbløð / 1. Árgang. 1903 /
9

(1903-1904)
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

9

Nakað lítið um fjósbygging.

^ey vilkor, sum eru fyri, at eitt fjós skal vera
gott, er:

Ljóst, heitt og rúmligt.

Veggirnir av kampagróti tvílagað, tett við cement;
ein flagveggur uttan á grótvegginum flógvar væl um
hiisið, men er ringur at fáa til at lialda leingi, serliga
tá vindeygini skullu vera nógv, soleiðis sura tað nú
krevist av einum hvørjum fjósi, tí ljóst má fyri alt
vera inni, tað ger fjósið hugnaligt fyri krýatúrið at
standa í og lætligari fyri fjóskonuna at ainbata
neyt-inum.

Heit og trekfrítt má vera inni, holur í vegginura
eri ótalandi, brotnir rútar og ringir vindeygakarmar
eiga ikki at síggjast. Jarnkarmar eru tí nógv verdir
at liava í fjðsinum, og skullu teir cementast væl inn í
veggin.

Hurðar og hurðakarmar má hyggjast væl eftir,
karmarnir mugu falla væl til veggin, og hurðin væl í
karmin; best er at hava fleiri hurðar, eina til neytini
at ganga um og eina til fjósfólkið. Lat so hesa
hø-vuðsliurðina vera dupulta, ella liav eina gongd fyri
framman fjósið, tí tann kaldi trekkur, sum stendur
inn gjøgnum eina slíka hurð, sum íðiliga verður gingin
um, minkíir nógv um mjólkina.

Heitt má vera inni hjá krýatúrinum, men eisini
frísk luft, og tað fáa vit eina best við at hava ein
rút í vindeyganum til at lata upp, ella uni bara ein
hædđ er á húsinum, so trekpípur úr loftinum upp
gjøgnum takið.

Timburveggir í fjósi er lítið ráðiligt hjá okkum
at hava, við tað at viður er dýrur og rotnar skjótt í
okkara váta veðurlagi, og av varmanum og
fjós-roykinum inaanfrá. Timburveggir mugu altíð vera
tvífaltir og stungið ímillum við mosa, mold ella
spønum.

Gólvið er einki at siga um, uttan tað skal vera
turt og nossligt, lætt at gera reint og trekfrít. Hvat
vit skulu brúka til gólv, vilja viðurskiftini á staðnum

7

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 9 16:53:09 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/bunadarbl/1903/0011.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free