- Project Runeberg -  Búnaðarbløð / 1. Árgang. 1903 /
10

(1903-1904)
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

10

siga okkum; fyri at fáa tað turt er best at veita
grundine av fyri oman og við siðurnar, og veitir har,
sum keldur koma framm.

Er grundin væl turr, so fæst gott gólv av leiri,
væl saman stúgvað, sandur ella eyrur omaná.
Stein-sett gólv av malagróti og nakað Ieir omaná kann vera
gott, men av slikum natúrligum gólvi er gólv av
sløttum hellum tað besta.

Cementaði gólv eru frálíka góð, men dýr.
Timbur-gólv eru tey líggjastu og reinligastu, men eisini dýr,
tí viðurin rotnar skjótt í fjósinum.

Hvussu høgt skal vera millum loftoggólv? Ja!
her eru menn ymiskir á máli, summir vilja siga 3—4
alin og aðrir ikki meir enn 3. í hvussi er má tað
vera so høgt, at tey, íð neytini skulu røkja, kunnu
ganga frítt; nógv lægri enn 3 alin er ikki ráftiligt at
liava fjósið, og tá vit so minnast, at jú hægri tað er
millum loft og gólv, tess størri verður rúmið, og tess
meir krevur til at gera tað heitt inni, so kann hvør
passa, hvussi hann vil hava tað.

Til básarnur seta neytini ikki smá krav, ti har
slita tey meir enn sín hálva aldur. Hann má fyrst
og fremst geva góða leðu fyri neytini; tað skal júst
ikki sigast, at neyt krevja nógv í tann rætning, tá
vit leggja okkara mai á, men tó altíð nakað.

Er gólvið í fjósinum turt, ber væl til at hava
leir fyri framman á básinum og fjalir fyri aftan —
leir hevur t<5 tann ampa at vera heldur óreinligur,
støv og rusk vil so lætt seta seg í holdið og koma í
mjólkina, og skuldi taö óhapp verið, at neytini fingu
lýs, vóru leirbásar ringir at reinska.

Cementaðir básar eru turligir og lættir at lialda
reinir, men dýrir og kaldir.

Heilir træbásar vera í royndum teir bestu, turrir,
heitir og nossligir sum teir eru.

Básar, sumhallamót flórinum, eru ikki tilráðandi;
væl eru teir lættir at halda reinir, menn ein slættur
básur kann eisini vera reinur og nossligur, tá
fjós-konan hevur góða hugsan og eftiransan.

Ov langir básar eru bara til at savna óhumsku,
og ov stuttir básar líkaleiOis.

At hava skilarúm millum hvørja kúgv er tað

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 9 16:53:09 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/bunadarbl/1903/0012.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free