Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>
Below is the raw OCR text
from the above scanned image.
Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan.
Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!
This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.
19
stutta tíð at vaksa um okkara ross, so tey kundu vera
sterkari til arbeiði og meir hóskandi til ta nýggju
jarðabrúksdrift, sum stendur fyri at førast inn í land
okkara, og tað vísti seg brátt, at slagið var væl valt,
ti tey ross, sum fallin eru undan »Ørvaroddi« og
før-oyskum ryssum, eru størri og sterkari enn tað óblandaða
føroyska slagið.
Men eitt norskt ross er ikki eitt føroyskt ross.
Rossini, sum øll onnur alidýr, eru framkomin av
tí jarðabrúki, tey vera ald upp av, so frammarlag sum
jarðabrúkið stendur, stendur eisini rossaslagið.
Jarðabruksdriftin í Noreg er væl framkomin og
hevur góð kor at bjóða sínum rossum og øðrum
krýatúruin. Livikorini hjá tí norska hestinum eru nú
rættiliga góð, og tað verður nú so nógv gjørt fyri
hann, at hann hevur tað javnt alt árið runt.
Fjøldin av teimum føroysku jarðabrúkarum hevur
enn ikki sítt brúk skipað soleiðis, at tað kann bjóða
nøkrum útlendskum rossaslagi tey livikor, sum rossið
í sínum heimi er vant við, og tað vilja enn ganga ár,
ja nógv ár, áður jarðabrúkið í Førjum er komið so
so langt, at tað kann bjóða sinum rossum jøvn góð
livikor alt árið runt.
Tá ein brádlig umbroyting av jarðabrúks- og
umsetingsviðurskiftum stendur fyri, soleiðis sum tað
nú sýnist at vera í Førjum, liggur tað fremst fyri
eisini at broyta krýatúrini, og tað fyrsta, sum tá altíð
hevur verið tikið til, er at blanda tað heimliga slagið
við einum útlendskum betri slagi.
Men sum áður er nevnt, hetta útlendska
krýatúr-slagið er ikki vant við tey livikor, sum bjóðast teimum.
tey hava ilt við at venjast, við staðifl, veðurlagið og
alt hetta nýggja, sum bjóðast teimum, og oftast, fyri
ikki at siga altiö, koma fleiri vansar at visa seg við
innflyting av einum slagi, enn ein av fyrstin tíð trýr,
og nógv dýrari er hesin mátin eisini.
Flest øll lond hava við byrjan av sínum arbeiði
fyri bøting av teimum ymsu krýatúrsløgum brukt
hendan mátan at føra inn útlendsk blóð, men flest
alla staðnis eru teir eisini gingnir burtur frá hesum
mátanum og tikið hond í sítt egna heimliga slag, eftir
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>