Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>
Below is the raw OCR text
from the above scanned image.
Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan.
Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!
This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.
20
qt teir hava kostað nógvan pening, og havt nógv tap
av arbeiðinum við tí útlendska slaginum.
T. d. skal nevnast tafl jútska neytaslagið, suni í
nógv ár bleiv blandað við útlendsk sløg fyriatfremja
mjólkevnini, men til onga nyttu; nú hava jútarnir
tikið fastatøkur aftur á sít egna slag, og hava av tí
fingið frálík mjólkneyt í stutta tíð. Á sama hátt
gekk í Noreg, har teir í 30 40 ár eftir fastari plan
royndu at skapa sær góð mjólkneyt við inblanding av
einum góðum útlendskum neytaslagi. Teir høvdu bara
tap og forargilsi av tí, men í hesu seinastu 15 -20
árini hava teir víða hvar í Noreg fingið góð
mjóJk-neyt av sínum heimligu sløgum.
í Noreg hava teir tvey rossasløg, eitt á
eyst-landinum, og eitt annað á vestlandinum. Hiri eystari
hesturin er størri og kostar meir; á einum tí besta
fjørði á vestlandinum hava teir fingið sær
eystlands-hestar fyri at hækka virði á sínum slagi. Teir fingu
væl hestin størri, men hann bleiv óskapligur og kom
ikki í prís móti teirra egna gamla slagi. Soleiðis
kunnu nevnast nógv dømir,
Eftir hesa stuttu tíð, royndin við inblanding av
norskum blóði í okkara rossaslag hevur varað, atfella
nakran dóm yvur, um tað er gott ella ikki, kann ikki
gerast, men her skal vísast, á ståk dømir, sum sýna,
at eisini við hettar arbeiði eru misligheitir, sum
tað er best í tíð at geva gatir.
Tann fyrsti norski hesturin kostaði 2-vetur 900
kr. Árligt fóður til hann var 2—300 kr.
Ta tíð, hann livdi her (ca. 9 ár), fullu undan
honum 30- 40 fyl, sum komu til fullan aldir, og hvørt
av hesum hevur eftir okkara rossaprisum 40- 50 kr.
meiri virði, enn føroysk ross. Hettar er litift fyri
peningin, fyri ikki at siga tap.
Aftrat hesum kemur:
Tað hevur vist seg, at fyldeyðin hevur verið
stórur millum hettar slagi.
Ryssurnar av hesum blandaða slaginum hava
flest allar havt tann stóra feil, at kasta sini fyl burtur
væl hálvgingnar, og hartil tola blandingsrossini ikki
okkara veðurlag so væl sum tey føroyski rossini,
men eru råk um várið.
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>