- Project Runeberg -  Búnaðarbløð / 1. Árgang. 1903 /
24

(1903-1904)
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

24

Ull og skinn fæst nú rættiliga lítið fyri, møðin
er ofta h’ka stór sum føðin av teimum, men tó kundu
bæði komi upp í prís og givið góðar inntøkur, um tey
blivu seld í størri rúgvu. Sum nú er, er vandi við at
sleppa av við hvørki.

Neytaslagt hevur funnið marknað í Hávnini og
nøkrum av teimum størri bygdunum til toluligan pris,
men salgið gongur tó enn ógvuliga ymist og
selj-arin má ofta lata ganga fyri stóran undirprís.

Smørsal_gið er yvirhøður lítið skil á, tó er smør
tað, sum kundi givið tær størstu inntøkur fyri
jarfla-brúkið, tá seyðurin er frá, meðan tað nú gevur milluni
nakað og einki.

Eplir, røtur og annað av jørðini er fyri tann
føroyska jarðabrúkarin ikki enn nøkur peningainntøka,
men tó verður til landið ført almikið av liesum slagi,
og tað vexur væl allastaðnis á oyggjunum. Tað skuldi
tí eisini kunnað verið handilsvara hjá okkum.

Atvoldin til, at so lítið av tí, sum bóndin hevur
at selja, er handilsvara, er, at handil við bóndavaru
ikki er skipaður.

Okkara fiskarir hava ein skipaðan handil vift sína
varu, og okkara handil við útlandið er skipaður, men
okkara bóndahandil er óskipaður og gongur skilaleyst,
ja sum best ber til.

So leingi sum livør stakmaður sjálvur skal ganga
og leita upp keypara til tað, hann hevur at selja,
verður møðin ofta størri enn føðin, salgið loysir seg
ikki, og ofta finnur hann ikki keypara, tó at liann er til.

Seljari og keypari mugu korna nærri hvørjum
øðrum, mugu finna hvør annan lættliga, uttan ómak,
og tað kunnu teir ikki, uttan allir, sum hava nakað
at selja, kunnu bjóða tað út 1 felag, satnlað, og frá
einum ella fáum støðum, tá fyrst fær keyparin
eygað á, livar bóndans vara er at fáa, og hvat
hon dugur.

Hvat ger útróðramaðurin? Ilann leggur sín fisk
í ein liandil ella eina skipslast, har samlast fiskur frá
nógvum nionnum saman, og samlað verður tað selt.
Og hvussi gera teir í øðrum londum? Bóndin sendir
sína mjólk til smørvirkihúsið og har kemur mjólk frá
nógvum, samlað verður tað gjørt til smør, og satnlað

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 9 16:53:09 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/bunadarbl/1903/0030.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free