- Project Runeberg -  Búnaðarbløð / 1. Árgang. 1903 /
23

(1903-1904)
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

23

Bønđurnir vóru tá vælstandsfólkið í Føroyum!

Ikki so nú!

Hevur bóndin sína konu og børn og kannska eina
arbeiðskonu, so er alt; húskarlar eru sjaldsamir.

Alt má gerast við so lítlari arbeiðshjálp suin
møguligt, bønamenn fáast ikki uttan fyri góða dagløn,
og húskarlar, um teir eru til at fáa, fyri stóra ársløn.

Velt verður tí ikki so nógv nú sum fyrr, og
ser-liga er kornveltingin minkað nógv.

Ull er ikki Førja gull longur. Pør verða ikki
tikin og troyggjan er í ringum prísi, og at gera ullina
upp til klæðir til sølu heima, loysir seg ikki, tí
konu-fólkið kann fáa ineiri fyri sítt arbeiði, enn hetta gevur.

Tað er blívið dýrari at liva nú enn fyrr, bæði tí
at vit krevja meira av lívinum nú enn fyrr, og tað
er gott, og tí at tað er so nógv matvara, sum má
keypast, tí korn ikki verður velt.

Alt, liettar saman: Lítið og dýrt arbeiðsfólk,
um-broyting av vinnilívinum, prísfall av ullini og hæðking
av virkilønini, ger, at bóndans drift nú er heilt broytt
soleiðis, at hann roynir at fáa sum mestan pening av
jørðini, og í staðin fyri at bava sínar størsti
peninga-intøkur av ullini, hevur hann tær nú av seyða- og
neytaslagti. Men ein slík umbroyting av einum heilum
vinnivegi tekur langa tíð at føra tii enda, og stutt
mugu vit enn sigast at, vera komnir í at kunna
um-seta, tað vit hava at selja.

Tað, sum bóndin hevur at selja, er seyður,
liv-andi og í kroppuni, fekst, saltað, turt ella roykt, pilsur
av ymsum slagi, skinn, roð, barkaði og óbarkaði, ull og
ullavarur og annað av seyði, neytaslagt, mjólk, smør
og ostar, egg og annað av alifuglum, bjargafuglui’
o. a. t.

Hartil av jørðini, eplir og ymisligar røtur og
urtir.

Soleiðis sum nú er, kann lítifí av hesum øllura
sigast at vera handilsvara, tó at tað altíð hevf^i fingið
keypara, um tað kom á rætta stað.

Seyðurin er komin nakað upp í prís, síðani
skipafloti okkara bleiv so stórur, men enn fæst nógv
ov lítið fyri hann, og nógv eru tey, sum brenna inni
við mest øllum síriuni seyði.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 9 16:53:09 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/bunadarbl/1903/0029.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free