- Project Runeberg -  Búnaðarbløð / 1. Árgang. 1903 /
26

(1903-1904)
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

26

Eg havi liggjandi fyri mær fleiri roknskapir yvir
liøsnahald, og sýna tey reinintøku av frá 1—51/« kr.
uppá hvørja hønu, og tað á støðum, livar hønan fær
allan sin mat bornan fyri seg.

Hjá okkum kunnu yvirhøvur høsnini føðast bíligari.

Veðurlagið í hesum nevndu londum er betri dánað
til liøsnahald enn lier hjá okkum!

Jú, víst so! men tað eru ráð fyri øllum. Vatan
ger mestan skaða, lat tí høsnini fáa skjól, tá tey vilja,
og lat húsið vera lýtt.

Men høsnini hjá okkum verpa so lítið, at tað
loysir seg ikki at føða tey! Ja, tafi ersatt! vit mugu
fáa okkum betri høsnaslag, eitt slag sum verpur bæði
summar og vetur, og tá mugu vit fáa okkum eitt
út-lendskt slag, lielst brún italiensk høsn, ella svørt spansk,
tey verpa væl og tola veðurlagið; blandingur av
før-oyskum høsnum og hesum nevndu sløgunum geva
góðar verpingahønur, men eru ikki góðar at leggja
undan.

So krevja høsnini eitt syndur av røkt, í’yrst so
tey kunnu verpa væl, og síðan at tey ikki gera ógagn
fyri gagni.

Høsnahald kann verða ein fittur hjávinnuvegur
hjá mangum; hálvvaksin børn kunnu væl røkta
høsnini, annars er tað eitt fitligt og lønandi
konufólka-arbeiði frammihjá.

Vifi góðari røkt nýtast vit ikki at hava meir enn
1 hønu á hvørt mansbarn í landinum fyri at hava
100,000 kr. árliga intøkur av teimum, og egg slepst
altíð av við; marknaði fyri teimum er stórt.

Nakrar reglur fyri brúk av
hvalatøðum.

JJvalatøðini koniu í handilin seinasta heyst. 20 sekkir
blivu lagdir eftir í Havnini og blivu keyptir
beinan vegin, og síðani tá eru til niín komnir nógvir
spurningar um brúkið av hesum tøðum.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 9 16:53:09 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/bunadarbl/1903/0032.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free